Smápartafelagið Nemlia við heimstaði í Havn hevði nærum 16 mió kr í halli í fjør. Tað skal samanberast við 12,6 mió kr í halli í 2022. Samanlagt seinastu seks árini hevur Nemlia havt hall uppá útivið 45 mió kr, sambært yvirlitinum hjá Vinnuvitan.biz.
Nemlia veitir sambært heimasíðuni loysnir til eldra- og heilsuøkið, og hevur eisini dóttirfeløg bæði í Danmark og Týsklandi.
Leiðslan hevur í frágreiðingini ongar viðmerkingar til gongdina. Men grannskoðarin minnir á ásetingarnar í vinnufelagslógini um hvat skal henda, tá helvtin av innskotspeninginum er mistur.
Fíggjarstøðan javnvigaði við árslok í fjør við 5,3 mió kr og eginognin var 51 mió kr.
Stjóri er Tórheðin J. Jensen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo