Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Íløgufelagið hjá tryggingarfelagnum Lív sum eitur partafelagið Royndin hevði eitt av sínum góðu árum í fjør. Úrslitið var 11,3 mió kr, sum er nærum tvívalt so gott sum árið fyri, tá tað var 6,2 mió kr.

Talan er um eitt av góðu árunum hjá Royndini. Vit skulu heilt aftur til 2007 og 2008 fyri at finna betri ár. Yvirlitið hjá vinnuvitan.biz vísir, at miðal fyri seinastu 18 árini hevur verið vinningur uppá smáar 600 tkr.

Royndin var stovnað í 2005 við tí endamáli at felagið skuldi vera eitt slag av framtaksfelag sum skuldi gera íløgur í fyrst og fremst føroyskt vinnuvirksemi við avkasti fyri eyga. Royndin eigur í 6 feløgum, teirra millum eru Navigari shipping í Runavík og Drop Bucket í Keypmannahavn.

Inntøkurnar frá kapitalpørtum vóru 11,7 mió kr, rentuinntøkur vóru 400 tkr og avsetingar vóru uppá 2,7 mió kr. Eginognin við árslok var 31,3 mió kr.

Leiðslan væntar, at felagið fer at geva vinning í ár eisini.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo