Trolarin Enniberg, sum fiskar í russiskum sjógvi, er afturhildin av russiskum myndugleikum, sum eftir øllum at døma halda, at hann hevur fiskað meira enn hann hevur loyvi til.
Mortan Johannesen, reiðari, váttar fyri VP, at Enniberg hevur verið afturhildin í nakrar dagar, men helst er talan um eina misskiljing, sigur hann.
- Har er observatørur frá russarum umborð, og eisini hann heldur, at talan er um ein feil. Okkurt er talt dupult, og tað er eisini støðan hjá Vørn, sum eisini er inni í myndini, sigur Mortan Johannesen, sum í løtuni ikki fær sagt stórvegis meira um málið.
Sambært honum hevur Enniberg nakað av kvotu eftir í russiskum sjógvi.
- Teir hava ikki verið umborð, bara biði okkum gevast at fiska ímeðan tað verður kannað nærri, sigur Mortan Johannesen, sum leggur afturat, at tað er tungt at samskifta við russarar.
Hann sigur, at teir nú hava fingið muntliga váttan fyri, at tingini helst eru í lagi, men teir ætla ikki at kasta aftur fyrr enn teir hava fingið tað uppá skrift eisini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo