Ocean Rainforest: Evropeiska Seagriculture ráðstevnan byrjar í Norðurlandahúsinum í dag. Umleið 200 fólk úr 23 londum og øllum heimspørtum eru komin til Føroya at taka lut.
Høgni Hoydal, landstýrismaður, fer at seta ráðstevnuna, og harumframt verður stjórin í fiski- og havtilfeingismálaráðnum hjá ES, (DG Mare), ein av høvuðstalarunum.
Endamálið við ráðstevnuni er at kunna um marknaðarrák og avbjóðingar, sum eru viðkomandi fyri menningina av taravinnu í vesturheiminum.
Undir evninum “Bridging Continents” verður farið um landamørk fyri at savna áhugapartar at viðgera hesa vinnu, sum í vesturheiminum er nýggj í mun til aling av tara.
Í gjár vitjaðu luttakararnir virksemið hjá Ocean Rainforest í Kaldbak, í Funningsfirði og Silja Star førdi luttakararnar út á Gøtuvík at síggja taraskurð hjá Ocean Rainforest.
Ráðstevnan endar hósdagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo