Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Nýggj búskaparlig greining vísir, at útlendsk starvsfólk hava stóran týdning fyri føroyska búskapin. Lutfalsliga stórur partur av útlendingunum koma til Føroya í arbeiðsørindum, og tað er eisini við til at økja um positivu ávirkanina á búskapin

Útlendsku starvsfólkini hava stóran týdning fyri føroysku vinnuna og føroyska búskapin. Tað vísir ein greining, sum Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, hevur gjørt fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Týðandi leiklut
Greiningin staðfestir, at útlendsku starvsfólkini, ið eru komin til Føroya at arbeiða, hava havt ein týðandi leiklut í búskaparliga framburðinum í Føroyum seinastu 10 árini. Útlendsku starvsfólkini hava verið ein fortreyt fyri tí stóra búskaparvøsktri vit hava sæð í hesum tíðarskeiðnum. Ein meting, ið við fyrivarnum byggir á samanberingar við Danmark, vísir, at tey 2000 útlendsku starvsfólkini, sum eru komin til Føroya at arbeiða, góvu eitt íkast til BTÚ, sum svarar til 2 milliardir krónur í 2023. Greiningin vísir eisini, at útlendsku starvsfólkini bøttu munandi um úrslitið hjá almennu kassunum, sannlíkt við 200-300 milliónum krónum í 2022.

Fleiri útlendsk starvsfólk
Í Føroyum er talið av løntakarum við útlendskum ríkisborgaraskapi økt frá áleið 2,5  prosentum til umleið 7 prosent í 2024. Til samanberingar eru 23 prosent av løntakarunum í Íslandi útlendskir ríkisborgarar, meðan tað í Danmark eru 13 prosent.

Grundleggjandi eru tveir bólkar av útlendskum starvsfólkum í Føroyum, tey ófaklærdu og tey vælútbúnu. Størstu tilflytaralondini í Føroyum eru Filipsoyggjarnar, Rumenia og Pólland.

Loysa stóra starvsfólkatørvin
Serliga eru tað arbeiðsgevarar innan ferðavinnuna, fiskivinnuna, byggivinnuna og alivinnuna, sum hava nógvar útlendingar í starvi í Føroyum. Seinastu nógvu árini hava serliga alivinnan og ferðavinnan troytt vakstrarmøguleikar við stórum íløgum. Men bæði maskinur og tól krevja arbeiðshendur, og har hava útlendsku løntakararnir verið avgerandi fyri, at hesar vinnur ikki fingu stórar avbjóðingar við at manna størvini.

Johnny í Vinnukikaran
Seinni hesa vikuna ber til at hoyra eina longri samrøðu í Vinnukikaranum við Johnny í Grótinum, búskaparfrøðing, um nýggju greiningina. Vinnukikarin er poddvarpið hjá Vinnuhúsinum, sum setur kikaran á ymiskar tættir í vinnuni í Føroyum. Tú kanst millum annað lurta eftir poddvarpinum á Apple Podcast og Spotify. Her ber eisini til at hoyra aðrar Vinnukikarar:

Leinkja: https://www.buzzsprout.com/2300165

Les notatið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo