Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Suðuroyar Sparikassi: 7. juni 2024 lækkaði Tjóðbankin leiðandi rentuna fyri fyrstu ferð í fimm ár.

Rentan lækkar við 0,25%-stigum.

Hetta hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi eisini lækkar renturnar. Broytingarnar eru galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar, og ítøkiliga er talan um hesar broytingar:

• Útlánsrenturnar lækka við upp til 0,25%-stigum.

• Allar rentur á bundnu kontunum, so sum eftirlønarkontu, 18 mðr., samansparingarkontu, barna- og ungdómskonti, verða óbroyttar,

• Renturnar á teimum óbundnu kontunum lækka við 0,25%-stigum.

Broytingarnar koma í gildi 1. august 2024.

Rentuyvirlitið á heimasíðuni www.ss.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo