Hagstovan: Innflutningurin fyri apríl er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá mai 2023 til apríl 2024 samanborið við undanfarna uppgerðarár.
Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 523 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum.
Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 744 milliónum krónum ella 20,5 prosent. Hetta er fyri tað mesta skip.
Um hugt verður eftir, hvussu innflutningurin er skiftur á nýtsluendamál sæst, at innflutningurin til endaliga nýtslu er minkaður 733 milliónir krónur ella sløk 14 prosent.
Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 201,8 milliónir krónur, ella 4,3 prosent. Minkingin er størst av byggitilfari, men har er eisini ein minking av flutningsvirksemi og líknandi til nýtslu í framleiðsluni. Bólkurin 'Vevnaður, klædnavørur, skógvar" er vaksin við 48,3 milliónum krónum. Hetta fevnir eitt nú um tilfar til trolframleiðslu.
Fyri fastar bruttoíløgur stavar minkingin serstakliga frá, at færri skip eru innflutt í tíðarskeiðnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo