Gist&Vist: Ársroknskapurin hjá Gist&Vist fyri 2023 vísir eitt søguliga vánaligt úrslit fyri felagið. Úrslitið eftir skatt er -12,7 mió.kr.
Fleiri viðurskifti eru orsøk til vánaliga úrslitið:
Øktir fíggjarkostnaðir hava eina týðandi ávirkan á úrslitið. Fíggjarkostnaðirnir eru øktir vegna hækkandi rentustøðið, hækkandi skuld í sambandi við útbyggingar og hækkandi skuld fyri at tryggja gjaldførið undir coronaárunum. Í 2019 vóru rentuútreiðslurnar hjá felagnum 3,9 mió.kr. Í 2023 vóru rentuútreiðslurnar 12,6 mió.kr.
Somuleiðis eru avskrivingarnar hækkaðar vegna útbyggingar. Í 2019 vóru avskrivningarnar 8,9 mió.kr., meðan tær í 2023 eru øktar til 19,6 mió.kr.
Samstundis sum fíggjarkostnaðirnir eru hækkaðir, er vøksturin í føroysku ferðavinnuni meira ella minni er støðgaður síðani 2019. Í 2023 minkaðu hotelgistingarnar við 4% í mun til 2022. Samstundis er talið av hotelsengrum tvífaldað síðani 2019 og talið av Airbnb-sengrum er nú dupult so høgt sum talið av hotelsengrum. Samlaði gistingarkapaciteturin er meira enn trýfaldaður síðani 2019, samstundis sum ferðafólkatalið nærum stendur í stað, á umleið 50-60.000 frítíðarvitjandi um árið.
Útlitini fyri hotelgistingum í 2024 eru eisini vánalig. Ferðafólkatalið higartil í ár veksur ikki nevnivert, samstundis sum kappingin frá føroyska Airbnb-marknaðinum støðugt økist. Harumframt hevur verkfallið havt eina neiliga ávirkan á hotelgistingarnar. Mett verður, at verkfallið í sjálvum sær við avlýsingum og vantandi meirsølu í verkfallstíðarskeiðnum, íroknað lønarhækkingar, sum standast av nýggja sáttmálanum, føra við sær eitt beinleiðis meirtap í rakstrinum hjá Gist&Vist á umleið kr 5 mió.kr.
Onkrir glottar eru. Millum annað verður tað spennandi at fylgja við í, hvussu tað fer at hildnast við nýggju rutuni hjá Icelandair til USA umvegis Keflavík. Og tað er at gleðast um, at SAS hevur økt túratalið til Føroya í summar, samstundis sum ferðafólkatalið við Atlantic Airways er støðugt og vaksandi.
Gist & Vist hevur á vári í 2024 gjørt samstarv við Nordichotels.com. Við samstarvinum verður Hotel Føroyar partur av søluskipanini hjá Strawberry samtakinum, Mett verður, at hetta samstarv hevur við sær fleiri sølumøguleikar, serliga á norska og svenska marknaðinum.
Tað liggur eitt potentiali í føroysku ferðavinnuni, vísandi til okkara staðseting og samanborið við onnur oyggjasamfeløg rundan um okkum. T.d. er árliga ferðafólkatalið í Íslandi omanfyri 2 mió., í Álandi gott 1,4 mió., í Gotlandi knapt 1 mió., í Orkneyoyggjunum omanfyri 200.000 og á Bornholm omanfyri 800.000. Samanbera vit við Føroyar, liggja vit niðast á umleið 90.000 vitjandi.
Á matstovuøkinum er vert at nevna, at ein gyltur møguleiki at fáa eina varandi staðseting fyri KOKS í Føroyum aftur tykist vera gloppin okkum av hondum. Hetta er støðan hóast vit hesu ferð kundu vísa á stórar íløgu- og stuðulsupphæddir. Møguleikin at skapa rúm fyri Kirkjubøstólunum í Kirkjubø hevði givið nógv til bæði lokalsamfelagið og Føroyar sum heild. Vegna vantandi fastan bústað í Føroyum misti KOKS sínar Michelin stjørnur fyrr í ár. Vit fegnast kortini um at báðar matstovurnar, Roks og Ræst, framhaldandi verða viðmæltar av Michelin í útgávuni fyri 2024.
Tað er harmiligt fyri Gist & Vist og starvsfólkið hjá felagnum, tá raksturin gevur undirskot. Í 2023 vóru samlaðu lønargjaldingarnar hjá felagnum yvir 73 mió.kr. og útlit eru fyri, at felagið í 2024 kemur at rinda lønir fyri út móti 80 mió.kr. Tað er greitt, at felagið ikki kann halda áfram uttan at venda gongdini til yvirskot. Leiðsla og starvsfólk gera sítt besta fyri at venda gongdini og vóna vit at vend kemur í í 2025. Felagið kann bert í avmarkaðan mun ávirka tilgongdina til føroysku ferðavinnuna. Tí liggur tað á hjá leiðsluni at fremja tær broytingar, sum fara at geva javnvág og støðufesti hjá sjálvum felagnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo