Konsernin handan Framherja við heimstaði í Fuglafirði hevði nærum 65 mió kr í vinningi í fjør. Tað skal samanberast við nærum 128 mió kr árið fyri. Sølan minkaði úr 627 mió kr í 2022 til 623 mió kr í fjør.
Framherji eigur og rekur eitt nú uppsjóvarskipini Fagraberg og Høgaberg, verksmiðjuskipið Akraberg og frystilínuskipini Stapan og Jógvan I. Og saman við øðrum eigur felagið eitt nú Faroe Origin og Pelagos.
Framherji rindaði 89 mió kr í tilfeingisgjøldum í fjør. Saman við vanliga skattinum rindaði Framherji yvir 99 mió kr í skatti og avgjøldum í fjør, sum er góð 60% av úrslitinum áðrenn skatt.
Eigaraviðurskiftini vórðu umskipað í fjør, so Framherji nú er føroyskt burturav. Tað hevur havt ávirkan á gjaldføri og fíggjarstøðuna, sigur leiðslan í frágreiðingini, men letur kortini væl at gongd og framtíðarútlitum.
Í samband við ættarliðsskifti í fjør hevur felagið Framholding sæð dagins ljós. Fyrsta roknskaparár hjá tí felagnum vísti hall á 4 mió kr.
Anfinnur Olsen er stjóri í Framherja.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo