Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bert fá atgongumerki eru eftir á langsíðuni til steypafinaluna millum B36 og HB, sum verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 19

Eftir gott hálvtannað ár í sessinum, eru FSF og Signe Pries Andersen vorðin samd um, at sáttmálin, sum gongur út við árslok, ikki verður longdur

Nú fáa føroyskar gentur endiliga møguleika fyri at royna Disneyfótbólt, har rørslugleði og vinaløg eru í hásæti

Stutt er millum havnarmenn, vágamenn og klaksvíkingar eftir fyrstu tvey umførini í landskappingini í talvi. Bara eitt hálvt stig skilir tey trý oddaliðini

- Í kjallarunum í Gundadalshøllinni liggur gomul klokka, og á klokkuna er fest silvurpláta, og har stendur 31. mars 1984

Sølan av atgongumerkjum til steypafinaluna millum B36 og HB gongur væl. Seinnapartin týsdagin vóru umleið 2.400 atgongumerki seld

Í gjár 28. oktober kl. 16 var alment hátíðarhald í Gundadali í sambandi við, at nýggi Langhylurin er liðugur

Tað verður Rúni Gaardbo, ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið millum B36 og HB, sum verður á Tórsvølli komandi leygardag klokkan 19:00

Fyrsta innandura bogaskjótikappingin í vetrarhálvuni var í Søldarfirði um vikuskiftið

Við sigursmálinum ímóti Litava sunnudagin gjørdist Heidi Sevdal samstundis mest skorandi A-landsliðsspælari hjá Føroyum

53 leikarar luttóku, og tað er met - í øllum førum í nýggjari tíð. Tað higartil hægsta luttakaratalið var 8. februar 2020, tá ið 46 leikarar luttóku

Við hvør sínum máli syrgdu Ásla Johannesen og Heidi Sevdal fyri, at Føroyar vunnu 2-1 á Litava í dystinum um 3. plássi í Baltic Cup 2024

Eftir at føroyska U19 flogbóltslandsliðið lættliga hevði vunnið fyrsta settið 25-21, tóktist dysturin bert at vera ein avgreiðsluspurningur fyri Føroyar

Eftir 3-0 tap fyri Danmark seinnapartin er greitt, at føroyska U19 kvinnulandsliðið leygardagin skal spæla fjórðingsfinalu ímóti nr. tvey í bólki A, sum eftir øllum at døma verður Ísland

Kl. 13 í dag spældu føroysku U19 flogbóltsmenninir sín fyrsta dyst í NEVZA-kappingini, sum í hesum døgum er í Høllini á Hálsi

Í morgun kl. 10 spældu føroysku U19 flogbóltskvinnurnar sín fyrsta dyst í NEVZA-kappingini, sum í hesum døgum er í Høllini á Hálsi

Í morgin - fríggjamorgunin - kl. 10 spæla føroysku U19 flogbóltskvinnurnar sín fyrsta dyst í NEVZA-kappingini, sum hesi næstu trý árini verður hildin í Føroyum

- Fyri at tryggja hondbóltin hjá gentum og kvinnum í Føroyum letur Betri Stuðul tí Hondbóltssambandinum 2,5 milliónir kr sigur Jens Johan Dam, formaður í Betri

Fyrri av tveimum dystum hjá kvinnulandsliðnum í Baltic Cup 2024 verður í morgin, hósdagin klokkan 17:00, tá Lettland tekur ímóti á LNK Sport Park í Riga. Dysturin verður ætlandi stroymdur á heimasíðuni hjá FSF

Eftir innbjóðing frá Nes kommunu vitjaðu umboð fyri Oyggjaleikanevndina á Svangaskarði seinnapartin

- Eg tori at siga, at tey sjálvbodnu eru grundarlagið undir øllum ítróttalívi og øllum ítróttafelagsskapum í Føroyum. Uttan tey bar einki til. So avgjørdur er Magnus Tausen, varaforseti í ÍSF

Mánadagin 28. oktober verður hátíðarhald í Gundadali í sambandi við, at nýggi Langhylurin er liðugur. Tiltakið byrjar kl 16 og á skránni er m.a. tónleikur og røður

Sølan av atgongumerkjum til finaluna um Løgmanssteypið 2024 er byrjað, og fer fram í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo

Seinni í vikuni - frá fríggjadegi 25. oktober til sunnudagin 27. oktober - verður árliga NEVZA kappingin fyri U19 landslið fyri bæði kvinnur og menn. Kappingin verður í høllini á Hálsi í Havn

Tað bleiv veteranurin í B68 málinum, Tórður Thomsen, ið fekk heiðurin sum besti spælari í Betrideildini hjá monnum í september mánað

Jógvan Martin Olsen hevur úttikið 18 spælarar til UEFA menningarkappingina, sum verður í Albania í næstu viku. Mótstøðulondini vera Albania, San Marino og Bosnia-Hersigovina

Annan mánaðin á rað varð Heidi Sevdal úr NSÍ vald til besta spælara í Betrideildini hjá kvinnum. Aftaná dystin kundu tær gulkløddu taka ímóti FM steypinum

Í dag klokkan 15 byrjar norðurlandameistarakappingin í olympiskari vektlyfting, sum í ár verður hildin í Føroyum. Kringvarpið stroymir kappingina í dag og í morgin

Hósdagin 17. oktober var nevndarval á skránni í Skála Ítróttarfelag

Tað hevur kostað nakrar 100.000 krónur at loysa Håkan Ericson úr starvinum sum føroyskur landsliðsvenjari. Tað váttar Christian Andreasen, forseti í FSF, fyri KVF

Tað endaði við trimum stórtapum, tá føroyska U17-landsliðið við gentum í farnu viku tók lut í EM-undankapping, sum varð spæld í Englandi

Tað eydnaðist ikki føroysku U17 dreingjunum í flogbólti at vinna bronsuna, men Svørík fekk tó skarpan gang, og í triðja setti vóru Føroyar á odda við sjey stigum, 11-4

Fyrrapartin í dag, mikudagin 16. oktober, er avtalað gjørd við A-landsliðsvenjaran hjá monnum um at enda samstarvið

 

Føroyar taptu í kvøld hálvfinaluna í NEVZA flogbóltskappingini ímóti sterka finska liðnum, og skulu tí spæla um bronsu mikudagin kl. 11 ímóti Svøríki, sum tapti sína hálvfinalu 3-2 fyri Íslandi

Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum í EM-undankappingardystinum móti Hvítarusslandi, sum verður á Tórsvølli klokkan 17:00

U17 dreingirnir skulu kl. 17 í dag leika hálvfinalu ímóti Finnlandi í NEVZA-kappingini í flogbólti. Hetta er greitt, eftir at Føroyar í morgun vunnu 3-0 á Danmark í sera spennandi dysti

Bylgjan við Løkin í Runavík og Føroya Styrkisamband bjóða fríggja- og leygardagin til spennandi og forkunnuga kapping í olympiskari vektlyfting

Bæði føroysku dreingirnir og genturnar vunnu seg í gjár í fjórðingsfinalurnar í árligu NEVZA-kappingini í flogbólti eftir sigrar á Onglandi

- Fyri at kasta ljós á leiklutin og stimbra ungu føroysku hondbóltsmálverjunum, skipaði HSF í dag fyri málverjadegi í Klaksvík

18 ára gamli føroyameistarin Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag hevur nú yvirhálað bæði John Rødgaard og Rógva Egilstoft á føroyska landsliðnum, og hevur otað seg fram á triðja plássið á føroyska styrkilistanum

Eyðun Klakstein, Jørgen Nielsen og hinir á U21-landsliðnum leggja í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin móti Hvítarusslandi, sum verður á Tórsvølli í morgin, týsdagin klokkan 17:00

Næstu trý árini verður Flogbóltssamband Føroya vertur fyri árligu U19 NEVZA kappingini fyri gentir og dreingir. Í døgunum 25. oktober til 27. oktober verða kappingarnar í høllini á Hálsi

Oddbjørn Joensen, fótbóltsviðmerkjari í KVF, var eirindaleysur eftir javnleikin móti Lettlandi. FSF eigur alt fyri eitt at finna ein nýggjan venjara fyri Håkan Ericson

Seint í fyrra hálvleiki løgdu Føroyar seg á odda við máli hjá Hanus í dystinum móti Lettlandi á Tórsvølli, men í seinna hálvleiki javnaði Lettland til 1-1 sum gjørdist úrslitið

 

Nógv børn og ung nýttu høvið at heilsa upp á landsliðsspælararnar, sum seinnapartin leygardagin skrivaðu autografar á Torginum í SMS

Eyðun Klakstein, venjari hjá U21-landsliðnum, hevur sett navn á teir ellivu, ið byrja á vøllinum móti Portugal

Júst sum vit hildu, at armenar vóru settir skák mát, so endaði tað við javnleiki 2-2 á Tórsvølli hóskvøldið. Føroysku málskjúttarnir vóru Jann Benjaminsen og Jóannes Bjartalíð

Í yvirtíðini fingu armenar mál so støðan gjørdist 2-2 í dystinum millum Føroyar og Armenia

Håkan Ericson hevur sett liðið, sum byrjar á vøllinum móti Armenia í kvøld. Fyrsta spark verður klokkan 19:45

Áhugin fyri nýggju venjaraútbúgvingini hjá HSF hevur verið ovurhondstórur. Heili 60 venjarar eru meldaðir til fyrsta stigið, sum byrjaði í Skúlanum á Fløtum í gjár