Flogbóltssambandið: Tá ið samanum kom, vann TB tryggan 3-1 sigur á Mjølni. Hjá TB var nýggi russiski leikandi venjarin Evgeniia Nizeva við fyri fyrstu ferð, og hon fer at gera mun hjá TB. Í fyrsta setti trilvaði hon kanska eitt sindur, men sum dysturin leið, sást, at dugur er í henni.
Tað var tó Mjølnir, sum tók fyrsta settið, eftir at TB meginpartin hevði verið frammanfyri og hevði lagt seg á odda 18-14. Men sum vit hava sæð í øðrum dystum hjá TB, so kom stígur í móti endanum á settinum, og Mjølnir vann fimm stig á rað og fór framum 19-18 og vann settið 25-20.
TB fótaði sær tó aftur og vann annað sett 25-12 og vann sær eisini tíðliga greiða yvirvág í triðja setti. Hóast Mjølnir minkaði um munin niður í tvey stig (16-18), so vann TB kortini settið trygt 25-20.
Líkt var til at TB rann avstað við fjórða setti, tá støðan gjørdist 5-0, men Mjølnir svaraði aftur og minkaði til 6-7. Men eftir 9-8 (til TB), fór aftur at dragna millum liðini, og TB vann sannførandi 25-16.
Sunnudagin kl. 13 tekur KÍF á fjórða plássi ímóti ósigraða oddaliðnum SÍ.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
Nr. | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | SÍ | 4 | 10 | 12 |
2 | Fleyr | 5 | 7 | 11 |
3 | Mjølnir | 5 | 1 | 7 |
4 | KÍF | 4 | 0 | 6 |
5 | TB | 5 | -3 | 6 |
6 | Dráttur | 5 | -15 | 0 |
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo