FSF: – Kenslan er øgiliga góð, og hetta hevði eg gott nokk ikki væntað. Hetta er eisini ein stórur heiður, men tað kemur eisini av, at eg spæli við einum góðum liði, sum bleiv føroyameistari.
Tað sigur Atli Gregersen, fyribils hjálparvenjari hjá manslandsliðnum, millum annað í samrøða við FSF varpið, tá hann setir orð á, hvussu kenslan var at fáa heiðurin “Ársins spælari 2024”.
Í samrøðuni verður eisini tosað um landsliðsavbjóðingina, ið stendur fyri framman í næstu viku.
Alla vikuna hava Eyðun Klakstein og Atli Gregersen vant við heimligu spælarunum, sum í næstu viku seta kós móti Armenia og Norðurmakedónia, har seinastu dystirnir í hesari UEFA Nations League kappingini eru á skránni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo