Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: – Hetta hevur verið ein ótruliga spennandi og mennandi tíð, sum eg havi verið sera glað fyri. Men nú er tíðin komin at royna okkurt annað, og eg vil ynskja FSF, kvinnulandsliðnum, føroyskum fótbólti, og øllum teimum mongu fryntligu fólkunum, sum eg havi møtt hesa tíðina, eg havi verið í Føroyum, alt tað besta.

Tað sigur Signe Pries Andersen, nú fyrrverandi venjari hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum.

Tað var í mars mánað í fjør, at Fótbóltssamband Føroya kunngjørdi, at kvinnulandsliðið hevði fingið nýggjan venjara. Talan var um Signe Pries Andersen, ið hevur drúgvar royndir sum spælari og venjari í donskum fótbólti.

Men nú er greitt, at sáttmálin við Signe Pries Andersen, sum gongur út á nýggjárinum, ikki verður longdur, og føroyska kvinnulandslið skal tískil hava nýggjan venjara.

– Vit hava verið væl nøgd við tað arbeiði, sum Signe Pries Andersen hevur lagt í uppgávuna at virka sum føroyskur landsliðsvenjari, umframt ymiskt annað, ið hon hevur staðið fyri. Men nú skiljast vit í sátt og semju, og vilja ynskja henni alt tað besta framyvir, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í FSF.

Arbeiðið, at finna og seta nýggjan landsliðsvenjara til kvinnurnar fer í gongd beinanveg, og vónandi er ein loysn funnin áðrenn februar mánað komandi ár, tá næstu uppgávurnar hjá kvinnulandsliðnum er á skránni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo