Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Summarfuglarnir byrja at gera um seg í føroysku leguni, nú fyrri vinardysturin móti Luksemborg av álvara nærkast

- Toppdysturin í fjórða umfari týsdagin millum teir báðar sterkastu telvararnar í Føroyum gjørdist eitt vónbrot

Nú er greitt, hvør møtir hvørjum í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, og í innleiðandi umfarinum og 1. umfari í steypakappingini hjá kvinnum

Sunnudagin vóru seinastu pílarnir kastaðir í altjóða kappingunum, sum hava verið á Glasi um vikuskiftið. Hesaferð var talan um kappingina Faroe Islands Open

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska er nú einsamallur á odda í FM-kappingini í talvi við fullum stigatali eftir trý umfør

Skal VAR-skipanin takast í nýtslu í føroyskum fótbólti? Tann spurningin hevur dómaradeildin hjá FSF sett sær, og í dag tók leiðarin á deildini ímóti fólki frá einum veitara, skrivar KVF

Í øðrum umfari í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar pálmasunnudag vann Helgi á Martin Poulsen og Høgni knógvaði Luitjen Akselsson Apol

Pílarnir vórðu kastaðir næstan 58.000 ferðir

Fyrstu pílarnir í Tórshavn Open 2023 vórðu kastaðir á Glasi í gjár, tá kappast var í tvímansleiki

Í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum heldur kapprenningin millum Fleyr og TB fram um rættin at møta SÍ í FM-finalunum í flogbólti

100 ára jubileums FM-einstaklingakappingin 2023 fer av bakkastokki leygardagin 1. apríl

- Vinnur Mjølnir sær trý stig leygardagin, so eru bert evarska smáir matematiskir møguleikar fyri, at Fleyr kann taka fyrstaplássið

Í døgunum 31. mars til 2. apríl skipar Havnar Dartfelag saman við Dartsambandi Føroya fyri altjóða dartkappingunum á Glasi

Føroyska landsliðið í badminton, sum skal umboða Føroyar á oyggjaleikunum á Guernsey, er nú úttikið

Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari hevur úttikið hópin til menningarkapping fyri WU17 landslið, sum verður á Malta 9.-18. apríl

Mánakvøldið verður beinleiðis lutakast í Televarpinum um, hvussu spælast skal í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið

Jákup Martin Joensen, hjálparvenjari hevur sagt seg úr starvi í HB, skrivar Norðlýsið

Føroyska manslandsliðið spældi ein góðan dyst í Skopje, men tá avtornaði vann Norðurmakedónia 1-0, sum skoraði málið tá níggju minuttir vóru eftir av dystinum

Bárður á Reynatrøð fær sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar, tá Norðurmakedónia tekur ímóti á Todor Proeski Stadion klokkan fimm seinnapartin. Sjey broytingar eru gjørdar á liðnum í mun til teir fyrstu ellivu, sum byrjaðu móti Moldova

ÍSF og Parasport Føroya hava í løtuni vitjan av nevndini í grønlendska ítróttarsambandinum. Formaður í Grønlendska Ítróttasambandinum er Nuka Kleemann

ÍF - Ternan: 2 - 0 (25-16, 28-26)

KÍF a - SÍ a: 0-2 (17-25, 16-25)

Fleyr-SÍ: 3-1 (25-17, 19-25, 25-22, 26-24)

SÍ-Mjølnir: 3-1 (25-16, 25-17, 24-26, 25-14)

Havnar Telvingarfelag, sum hin 18. apríl í ár fyllir 100, skipar um páskirnar fyri árligu føroyameistarakappingini í talvi fyri einstaklingar

ÍF-SÍ: 3-0 (25-14, 26-24, 27-25)

Knappliga 120 bridgespælarar hava spælt kort í Dansifrøi í dag, nú skipað verður fyri Tórshavnar Bridgefestivali

FM-vikuskifti fyri yngru liðini í flogbólti á Tvøroyri heldur áfram og dreingir 14 hjá SÍ eru júst vorðnir føroyameistarar

Í dystinum millum Moldova og Føroyar fullu málini í hvør sínum hálvleiki, har Føroyar skoraðu í fyrra hálvleiki. Føroyar vardu fyri tað mesta í seinna hálvleiki

Håkan Ericson og Eli Hentze hava sett navn á teir fyrstu ellivu, sum í kvøld klokkan 19:45 føroyska tíð byrja á vøllinum ímóti Moldova á Zimbru Stadion í Chisinau

 

Fyrsta FM finalan í flogbólti er nú leikt á Tvøroyri. Dysturin var ímillum Mjølnir A og Drátt í gentur 14

Árliga føroyameistarakappingin í talvi fyri einstaklingar stundar til. Kappingin byrjar annan leygardag 1. apríl

Um vikuskiftið verður stóra afturvendandi FM-finaluvikuskifti í flogbólti á Tvøroyri. Talan er um FM-finalurnar fyri yngru deildirnar

Í annaðkvøld verður sjøtul settur á undankappingina til EM 2024. Fyrsti dystur er á útivølli móti Moldova, sum føroyska manslandsliðið hevur møtt tvær ferðir áður

Havnar Fimleikafelag endar komandi vikuskifti eitt væleydnað fimleikaár. Fimleikarárið verður rundað av við forvitnisligum framsýningum

Fimleikaframsýningarnar hjá Støkk verða 25. og 26. mars í Bylgjuni í Runavík, og í ár eru tær fimm í tali

Fríggjadagin og leygardagin 24. og 25. mars verður Tórshavnar Bridgefestival aftur hildin í Havn

Vallarljósini á Tórsvølli verða nú dagførd og endurnýggjað. Hetta varð staðfest á lítlari móttøku mánadagin, tá Tórshavnar kommuna og FSF skrivaðu avtalu við Musco Lighting og LM Electric um nýggja ljósskipan kring vøllin

Føroyska landsliðið í borðtennis, sum skal umboða Føroyar á oyggjaleikunum á Guernsey í døgunum 8. til 14. juli, er nú úttikið

Øssur Hansen hevur tikið við sum venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum. Harvið eru seinastu brikkarnir í samband við landsliðsvenjararnar hjá FSF komnir upp á pláss

Um vikuskiftið vóru steypakappingarnar í amboðsfimleiki í Bylgjuni í Runavík. Úrslitini av kappingini fyri stig 4-7, piltar, smádreingir og dreingir vórðu hesi

Føroya Tele-deildin, kvinnur: Fleyr-TB 3-0 (25-23, 25-9, 25-22)

Her er yvirlitið fyri FM vinnararnar í 2023 í fleiri aldursbólkum

Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini í bridge vóru leiktar í Norðurlandahúsinum leygardagin 18. mars 2023

Um vikuskiftið vóru steypakappingarnar í amboðsfimleiki í Bylgjuni í Runavík. Her síggjast úrslitini

Tað endaði 3-1 til Sandavágs Talvfelag í kviktalvsumdystinum millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag í sjálvari FM-finaluni í liðtelving seinnapartin

Leygarmorgunin 18. mars endar landskappingin í talvi við stórum felagsumfari á Skúlatrøð í Klaksvík

Håkan Ericson hevur sent boð eftir Rógva Baldvinsson til dystirnar móti Moldova og Norðurmakedónia

Fótbóltssambandið hevur sett 36 ára gomlu Signe Pries Andersen í starv sum landsliðsvenjara hjá A-landsliðnum við kvinnum

Í kvøld kl. 18 spæla TB og Fleyr sera avgerandi dyst um rættin at møta SÍ í finalunum um føroyameistaraheitið í flogbólti í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum