Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fríggjadagin spældi Ásla Johannesen A-landsdyst nummar 50, og vónandi verða tað 50 dystir afturat. FSF varpið fekk orðið á Áslu undan venjingini sunnudagin, nú kvinnurnar fyrireika seg til landsdystin móti Grikkalandi, sum verður á Tórsvølli týsdagin kl. 16:45

Annan mánaðin á rað er Géza Dávid Turi úr Víkingi kosin til besta spælara í Betrideildini hjá monnum

Síðstu fimm árini hevur 30 ára gamli Fai Yin Wong verið við til at ment føroyskt badminton, næstu 3 árini fær Wong høvi at lyfta støðið enn meira, nú sum landsliðsvenjari

Signe Pries Andersen hevur sett navn á tær fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum í EM-undankappingardystinum ímóti Andorra, sum byrjar klokkan 16:45

- Eitt spennandi hondbóltsvikuskifti stendur fyri framman. Trý føroysk ungdómslandslið eru í dag farin til Íslands, meðan U16-mennirnir spæla tveir venjingardystir í Føroyum

Yvir 200 børn vóru til U9 venjingina, sum kvinnulandsliðið skipaði fyri á Tórsvølli mikudagin 29. mai

Tvær spennandi uppgávur standa fyri framman hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hesum døgum. Og tann fyrra verður longu í morgin, fríggjadagin, tá Andorra kemur á vitjan á Tórsvølli

Í samband við kvinnulandsdystirnar, sum eru á skránni næstu dagarnar, bjóðar FSF ókeypis kaffi og køku til allar áskoðararnar

EM-undankappingardystirnir móti Andorra og Grikkalandi, sum verða á Tórsvølli fríggjadagin 31. mai og týsdagin 4. juni, kunnu gerast serligir fyri Petru Hoydal, sum fyri fyrstu ferð er úttikin til A-landsliðið

Lions Suðuroy hevur stuðlað Teym Rynkeby í fleiri umførum og avgerð er eisini tikin um at stuðla teimum í ár

Starvsnevndin hjá Skála Ítróttarfelag hevur seinasta árið arbeitt hóvliga við málinum at menna fyrisitingarliga partin av felagnum. Næsta stigið er at seta eitt fyrisitingarfólk í starv at hava ábyrgd av dagliga virkseminum hjá felagnum

- Eftir at landsliðini leygardagin vóru liðug at spæla um norðurlandameistaraheitini í dart, skipaði íslendska dartsambandið sunnudagin fyri Nordic Open í einmansleiki

Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur úttikið 24 leikarar til venjingardystirnar í juni mánað, sum hesaferð vera partur av Baltic Cup

Jan Erik Fjallstein tryggjaði Føroyum heiðursmerki á øðrum degi í norðurlandameistara-kappingini í dart

Vónin var at endurtaka bragdið fyri 12 árum síðan, tá Føroyar vunnu 3-0 á Luksemborg í Luksemborg, men soleiðis skuldi ikki verða.

Í Høllini á Hálsi í kvøld vunnu Føroyar 3-0 á Íslandi í evropeisku Silvurliguni

Silvurligan, kvinnur: Um vikuskiftið spælir føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti í øðrum umfari í evropeisku Silvurliguni. Dystirnir eru ímóti Luksemborg og Ungarn, og báðir verða spældir í Luksemborg

Føroyska dartlandsliðið spældi í dag fyrstu dystirnar í Nordic Cup, sum er í Reykjavík

Mánadagin 27. mai klokkan 10:00 verður skipað fyri tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli. Á tíðindafundinum fer Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at kunngera hópin til Baltic Cup 2024

Í gjár var móttøka fyri fimleikarum hjá Ljósinum og Havnar Fimleikafelag, sum hava staðið seg rættiliga væl, bæði í amboðsfimleiki og í estetiskum fimleiki

Í samband við EM-undankappingardystirnar móti Andorra og Grikkalandi, sum vera 31. mai og 4. juni, bjóðar kvinnulandsliðið øllum U9 liðum til venjing á Tórsvølli mikudagin 29. mai klokkan 17:00

Føroyska dart-landsliðið setti í morgun kósina móti Íslandi, har Nordic-cup kappingin í dart verður hildin hesa vikuna

- Steen og Peder Mondrup stovnarar av Team Tvilling koma til Føroyar at renna Tórshavn Marathon 2024

Tað bleiv til tríggjar føroyskar ósigrar í UEFA menningarkappingini fyri U17-landslið við gentum, ið farnu dagarnar hevur verið í Moldova. Men sum heild var talan um eina læruríka kapping, sigur venjarin, Eyðvør Jakobsen

Føroya Styrkisamband og Runavíkar kommuna skipa vikuskiftið 18.-20. oktober fyri Norðurlanda-meistarastevnuni 2024 í olympiskari vektlyfting í Bylgjuni við Løkin í Runavík

18. mai 2024 var FM í amboð verið í Bylgjuni í Runavík. Kappast var um FM heitið í einstaklingum, all-round, og í hvørjum amboði sær

Í Digranesi í Íslandi góvu Føroyar Íslandi skarpan gang í silvurliguni

Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti spældi í dag sín fyrsta dyst í Silvurliguni á hesum sinni. Dysturin var ímóti Montenegro, sum er styrkimett nr. 23 í Europa, og heimaliðið vann tryggan 3-0 sigur

Í røðu sínari fyri FM vinnarunum, fegnaðist Heðin Mortensen, borgarstjóri, um, at tað gongur so væl við hondbóltinum í Tórshavnar kommunu

Emil Rosenberg hevur júst undirskrivað sáttmála við Skála ÍF. Hann kemur at leika við Betri deildini hjá monnum og verður við í seinnu hálvi av kappingini

Ferðalagið fer avstað við Atlantsflog í morgin og leikar fyrsta Silver League dystin fríggjakvøldið kl. 17, føroyska tíð, í høvuðsstaðnum Podgorica. Hesin dysturin er ímóti heimaliðnum, Montenegro

- Ferðalagið fór til Ísland í morgun og skal leika fyrsta dystin fríggjakvøldi Íslandi kl. 19.00 føroyska tíð. Fyrsti dysturin verður ímóti Íslandi

Signe Pries Andersen hevur sent boð eftir 20 leikarum til EM-undankappingardystirnar móti Andorra og Grikkalandi, sum vera á Tórsvølli 31. mai og 4. juni

- Vit kenna øll Muhammed Ali, og flestu okkara munnu hava sæð Rocky filmarnar. Men her heima hava vit ikki sæð so nógv til boksning, fyrr enn nú. Tit hava veruliga megnað at gjørt ítróttina sjónliga aftur her heima

TB møtir B36, og í hinari hálvfinaluni møtast HB og Víkingur. Hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða spældar 29. mai og 19. juni

Venjarin, Jógvan Martin Olsen er sum heild sera væl nøgdur við fótbóltsstevnuna, ið farnu dagarnar hevur verið í Esbjerg í Danmark

Tá samanum kom gjørdust tað Robert Langgaard & Bogi Simonsen sum vóru stinnastir og vunnu FM-heitið fyri pør 2024 við 146 stigum

Við sigri á Skála, vann TB/FCS/Royn leygardagin fyrsta sigurin í fremstu deildini hjá kvinnum. Í oddastríðnum drógu Víkingur og KÍ frá NSÍ

Klokkan 14:09 setti flogfarið seg úr Stavanger, so nú sleppur hondbóltslandsliðið avstað við flogfarinum til Billund og so víðari við leiguflogfari

Kappingin byrjaði í morgun og heldur áfram næstu dagarnar. Leikararnir luttaka í M og A rekkjuni

Víkingur, TB, B36 og HB hava spælt seg víðari til hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið. Lutakastið verður á Rás 1 sunnudagin klokkan 17:00

Um vikuskiftið leika føroysku A-landsliðini í flogbólti 6 dystir. Mennirnir tríggjar í Føroyum og kvinnurnar tríggjar í Íslandi. Talan er um fyrireiking til Silver League kappingina sum stendur fyri durum

Í gjár var gallatiltak í hølunum hjá Føroya Tele, har Ársins flogbóltsleikarar í Føroya Tele-deildunum vórðu avdúkaðir

Við sannførandi sigrum í fimta umfari, halda Víkingur, KÍ og NSÍ fast um fremstu plássini í Betrideildini hjá kvinnum

Betri Banki hevur gjørt 4 ára stuðulsavtalu við Parasport Føroyar

Suðuroyggin liggur ov langt burturi frá miðdeplinum, sigur altjóða Oyggjaleikafelagsskapurin, men roynt verður kortini at hava onkra kapping í Suðuroy, sigur ÍSF sambært KVF

Flogbóltssamband Føroya hevur í eina tíð arbeitt við at fáa altjóða dómara, og úrslitið er, at Dávið Ryan nú hevur verið á altjóða dómaraskeiði í Bulgaria, sum er partur av tilgongdini at gerast altjóða dómari

Leygardagin 4. mai hevði ÍSF aðalfund. Ársfrágreiðingin varð løgd fram, broytingar vórðu gjørdar í starvsnevndini og nýggjar stuðulsskipanir til bæði breidd og úrval vórðu samtyktar eins og John Kjær fekk heiðurskross ÍSF

Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi var sunnudagin kosin besti spælari í fremstu deildini hjá kvinnum í mars og apríl mánað

Saman við KÍ, HB, B68 og FC Hoyvík skipar FSF fyri fýra fótbóltsskúlum í summar. Tann fyrsti verður í Klaksvík 21. og 22. juni