Flogbóltssamband Føroya: Enn hevur eingin megnað at fingið stig ímóti SÍ, og hóast kappingin framvegis er ung, so er eingin ivi er um, at SÍ verður annað av liðunum í FM-finalunum í mars.
Venjarin hjá Fleyr, Kristian Mikkelsen, kendi seg noyddan at taka kreppuleikbrá eftir bara fimm bóltar, tá ið SÍ hevði lagt seg á odda 5-0. Kanska steðgaði tað bløðingini eina løtu, men ongantíð kom Fleyr afturíaftur í settinum, og eina løtu vaks munurin upp í 10 stig við støðuna 17-7. Fleyr pyntaði eitt lítið sindur upp á støðuna móti endanum á settinum, sum SÍ vann 25-20.
SÍ setti seg eisini tungt á annað sett og legði seg á odda 6-1. Aftur tók Fleyr leikbrá, og hesa ferð munaði betur, og Fleyr javnaði til 8-8. SÍ hevði tó huga at fara undan aftur og legði seg á odda 19-14, tá ið Fleyr svaraði aftur og fór framum 22-20 og spældi seg eisini til settbólt við støðuna 24-23. SÍ vann tó næstu tríggjar bóltarnar og settið 26-24.
Fleyr fylgdi so dánt við í triðja setti; javnaði til 16-16 og fór framum 17-16, men góða løtan var stokkut, tí SÍ fór framum aftur og vann trygt 25-20.
Mjølnir – Dráttur 3-0 (25-23, 25-11, 25-13)
Í Klaksvík vann Mjølnir tryggan sigur á Drátti. Tað var bara í fyrsta setti, at heimaliðið fekk líkinda mótstøðu, eftir at Dráttur hevði lagt seg á odda 7-1, men Mjølnir javnaði tó til 8-8. Dráttur togaði seg framum aftur 14-13, 21-18, 22-20 og 23-21, men so vann Mjølnir fýra tey næstu stigini og tryggjaði sær settið 25-23.
Við sigrinum fór Mjølnir upp á triðja plássið við sama stigatali sum TB, men við betri settmuni, bæði eitt stig aftanfyri Fleyr á øðrumplássi. Fleyr hevur tó spælt ein dyst færri enn hini bæði.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
Nr. | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | SÍ | 7 | 19 | 21 |
2 | Fleyr | 6 | 4 | 11 |
3 | Mjølnir | 7 | 2 | 10 |
4 | TB | 7 | -2 | 10 |
5 | KÍF | 6 | -2 | 8 |
6 | Dráttur | 7 | -21 | 0 |
-----------
Mynd: SÍ
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo