Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: FSF boðar frá, at Føroyar nú gerast partur av átakinum UEFA Playmakers inspired by Disney, sum er blivið til í samstarvi millum evropeisku fótbóltssamgonuna og amerikanska teknifilmsrisan.

Playmakers er eitt øðrvísi fótbóltstilboð til heilt ungar gentur, sum ongantíð hava roynt fótbólt, og í stuttum er talan um eina samanrenning av søguforteljing, rørslum og menning av ymiskum sosialum førleikum. Hvørt umfar av Playmakers fevnir um 10 venjingar, har spølini taka útgangsstøði í søgugongdini úr einum Disneyfilmi.

Í fyrsta umfari verður tað søgugongdin úr Disneyfilminum “Frozen 2”, sum verður boðin út til gentur í aldrinum 5-6 ár, og seinni verður møguleiki fyri at leggja fleiri filmar afturat.

– Vit gleða okkum nógv til at royna tað í verki í Føroyum, sigur Maria Ziskason, sum saman við Christinu Ravnsfjall samskipar átakið. Hon vísir á, at Playmakers hevur verið í gongd í fleiri evropeiskum londum seinastu árini, og at royndirnar higartil eru avbera góðar.

Playmakers er beinleiðis ætlað gentum, og øll tilgongdin er grundað á gransking og vitan um, hvussu gentur fáast at trívast og mennast ígjøgnum rørslu og spæl. Til dømis hevur tað stóran týdning fyri gentur at kunna spegla sær í sterkum fyrimyndum, og í Frozen er hetta serliga høvuðspersónurin Elsa, sum í søgugongdini mennir styrki, leiðsluførleikar og dirvi. Í venjingunum verða hesir førleikar so mentir gjøgnum spøl, har rørslugleði og vinaløg eru í hásæti.

– Í føroyskum høpi er hetta ein heilt nýggjur máti at hugsa um fótbólt, so vit eru spent at síggja, hvussu føroyskar gentur taka ímóti átakinum, siga tær.

Byrja í Suðri og Vágum
Byrjað verður í samstarvi við feløgini í tveimum økjum: í Suðri og í Vágum, men FSF leggur dent á, at fleiri feløg kunnu leggjast afturat, um áhugi er til tess.

– Í fyrsta umfari hava vit hugt í hagtølini hjá okkum í mun til luttøku og fólkagrundarlag í júst hesum málbólkinum, og í samráð við feløgini í hesum báðum økjum hava vit valt at byrja júst har. Men vit ynskja sjálvsagt at breiða átakið út, soleiðis at so nógvar gentur sum gjørligt við tíðini kunnu fáa hendan møguleikan, so vit frætta fegin frá feløgum, um tey hava áhuga í at bjóða Playmakers út, sigur Christina Ravnsfjall.

Fyrsta umfar av Playmakers í Føroyum byrjar longu í november, og til ber at lesa meira um venjingartíðir og tilmelding á www.fsf.fo/playmakers.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo