Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Niels Áki Mørk vann í gjár Danmarksmeistarastevnuna í veklyfting fyri juniorar. Hann vann bæði gull í 67 kilo vektklassanum og kappingina um sinclair-stig, har ið úrslitini í øllum vektklassunum verða roknað saman í ein bólk

Føroyska U17-landsliðnum við dreingjum, sum í hesum døgum tekur lut í EM-undankapping í Eysturríki, tapti leygardagin 2-0 fyri vertstjóðini

Meðan føroyska liðið spældi seg til fleiri góðar málmøguleikar, so vóru tað eysturríkarar, ið fingu málini. Og so endaði tað sum tað so mangan ger. Eysturríki vann 2-0

Úrslitið á Tórsvølli í dystinum millum Føroyar og Eysturríki gjørdist at Eysturríki vann við tveimum málum. Men Føroyar høvdu fleiri málmøguleikar, tá ið málverjin Teitur, við sínum langa útsparki, setti spælið ígongd

Í løtuni eru umleið 4.200 atgongumerki seld til dystin millum Føroyar og Eysturríki, men vónandi verður fult á Tórsvølli leygardagin klokkan 19:45

Lene B. Terp, landsliðsvenjari hevur valt sínar spælarar til teir báðar dystirnar seinni í oktober

Samráðingarnar millum Tórshavnar Kommunu og nevndirnar í ymisku ítróttarfeløgunum hava gingið væl. Og nú partarnir eru komnir ásamt um, at Tórshavnar Kommuna yvirtekur høllina, varð avtalan undirskrivað í dag

EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Norðurmakedónia endaði við javnleiki 1-1. Andrass Johansen skoraði føroyska málið

Leygardagin 2. oktober 2021 var Bridgehúsið í Gundadali karmur um fyrstu umførini í FM-kappingini fyri lið. Hetta kappingarárið eru 8 lið við í kappingini

Atgongumerkjasølan til HM-undankappingardystirnar móti Eysturríki og Skotlandi hevur gingið væl, men tað vera eisini nógvir fremmandi fjepparar á Tórsvølli til komandi dystir

Hósdagin klokkan 14:00 spælir føroyska U21-landsliðið EM-undankappingardyst móti Norðurmakedónia. Og stendur tað til venjaran, Sámal Erik Hentze, so verður heilt greitt farið eftir øllum trimum stigunum

Kappingarárið 2021/2022 í føroyskum borðtennis fór av bakkastokki sunnudagin 3. oktober, tá ið kappast varð í høllini í Trongisvági

Havnin var karmur um FM í Býarsúkklingini 2021

Í dag var sjøtil settur á landskappingina í talvi fyri feløg. Tíggju umfør eru í alt. Fimm fyri jól, og hini fimm eftir nýggjár. Landskappingin endar síðst í mars, tá føroyameistarin 2022 verður kosin

Heri Hjalt Mohr úr HB hevur givið avboð til komandi A-landsdystir. Í hansara stað hevur venjarin úttikið Jóannes Kalsø Danielsen úr KÍ

Hannes Agnarsson úr B36 er úttikin til landsdystirnar hjá monnum móti Eysturríki og Skotlandi. Hannes avloysir Daniel Johansen, ið orsaka av skaða hevur givið avboð

Men støddfrøðin argar framvegis. Tí vóru ongar rakettir sendar upp í Klaksvík í kvøld

Talan var um inniróður og her eru úrslitini

Andreas Lava Olsen hevur givið avboð til landsdystirnar móti Eysturríki og Skotlandi. Í staðin hevur venjarin sent boð eftir John Frederiksen. Harafturat er Daniel Johansen eisini úttikin til komandi dystir

Leygardagin 25. september var KSS Open doblekapping í Klaksvík. Myndur og úrslit

Leygardagin 27. november verður skipað fyri Impulsskeiði við roynda danska venjaranum, Troels Bech. Skeiðið er ætlað venjarum við UEFA A- og B-prógvi, og telur 7 impulstímar til dagføring av próvnum

Hetta er kapping millum fólk ið íðka fitness og body-building

Í gjár gjørdu Tórshavnar kommuna og fótbóltsfelagið FC Hoyvík avtalu um, at Tórshavnar kommuna pr. 1. oktober 2021 yvirtekur sonevnda FRAM-húsið á Gundadalsvegnum 8

Við 3-1 sigri á KÍ, eydnaðist tað sunnukvøldið U15-dreingjunum hjá HB at vinna Cadburysteypið 2021

Mánadagin klokkan 10:00 verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum, í samband við landsliðsúttøkurnar av U21-landsliðnum og A-landsliðnum við monnum

Innkomna peningaupphæddin í ár var 1,13 milliónir krónur

Vikuskiftið 18.-19. september var 1. umfar av Grand Prix í badminton (single/einmansleikir) leikt í Badmintonhøllini í Havn

- Felagsskapurin er eitt av aðalendamálunum við ítróttinum, og tí fer ÍSF nú at styrkja enn meira um breiddarítróttin. Í hesum sambandi hava vit sett Katrina á Neystabø í starv, og hon fer at standa fyri hesi uppgávuni, sigur Elin H. Joensen, forseti í ÍSF

World Archery Championships – HM í bogaskjóting verður hesa vikuna skotið í Yankton, South Dakota, USA. Føroyar hava tríggjar compound skjúttar við í kappingini

Í dag vann KÍ “bert” 4-0 í heimadystinum móti 07 Vestur. Klaksvíkingar hava nú 62 stig eftir 22 umfør

Seks føroyskir vektlyftarar, tvær kvinnur og fýra menn, luttaka leygar- og sunnudagin í DM, donsku meistarastevnuni á Østerbro í Keypmannahavn. Byrjan báðar dagar kl 10 (fo) og 11 (dk)

Tað var eingin ivi, at yvirmaktin vitjaði á Tórsvølli í kvøld

Vøllurin varð handaður nú seinnapartin. Síðan ovari vøllur varð skiftur í juni og okkara tjóðarleikvøllur Tórsvøllur endaliga varð tikin í nýtslu til heimadystirnar hjá landsliðnum herfyri, so hava vit bara bíðað eftir niðara vølli

Í farnu viku var føroyska U17-landsliðið við dreingjum í Gibraltar, har liðið spældi tveir venjingardystir. Úrtøkan gjørdist ein javnleikur og eitt tap

Ítróttafeløg hava nú fingið 3,5 mió. endurgoldið av inntøkunum, sum tey mistu orsakað av covid-19 tíðarskeiðið 1. juli 2020 til 31. mai 2021. Íalt eru tað 45 felagsskapir, sum fáa stuðul úr hjálparpakka 2

Hugtakið Everesting snýr seg um at súkkla eina brekku umaftur og umaftur til tú hevur klárað 8.848 metrar, sum er hæddin á Mt. Everest. Tað skal gerast í einum

Komandi fríggjadag verða ársins fyrstu steypafinalur á skránni. Klokkan 17:30 spæla U17 Dreingir, og klokkan 20:15 fara U21 á vøllin. Báðar finalurnar verða á Tórsvølli

Í sambandi við mentunardagarnar í Sunda Kommunu, verður skipa fyri almennum kortspæli

Føroyar vunnu eitt heiðursmerki í norðurlandameistarakappingini í talvi fyri unglingar, sum hevur verið á Hotel Føroyum um vikuskiftið

At FM gullið í mansfótbólti í ár endar í Klaksvík er eingin ivi um. KÍ tykist at vera flúgvandi og í dag setti liðið málmet. Við 5-0 sigrinum á B68 er KÍ komið uppá 83 vunnin mál í hesum kappingarárinum og tað er met, hóast seks umfør eru eftir at leika

Jón í Horni Nielsen úr Sandavágs Talvfelag stóð seg best av føroysku telvarunum í norðurlandameistarakappingini í talvi fyri unglingar í gjár

- Tað er í bólki C millum teir 15-16 ára gomlu, at føroysku telvararnir hava fingið bestu byrjanina í kappingini um norðurlandameistaraheitið í ungdómstelving, sum er í Føroyum hetta vikuskiftið

Í morgun var norðurlandameistaraskapið í telving fyri børn og ung skotið í gongd á Hotel Føroyum. Tað var varaborgarstjórin, Annfinn Brekkstein, sum tók ímóti og setti kappingina

Í morgin fríggjadagin 10. september byrjar árliga unglingakappingin um norðurlandameistaraheitið fyri einstaklingar í talvi

Klæmint A. Olsen og Heini Vatnsdal skutu málini, sum tryggjaðu Føroyum fyrsta sigurin í undankappingini og tey trý stigini ímóti Moldova á Tórsvølli

Klæmint Olsen skallað bóltin í netið til 1-0 til Føroyar móti Moldova, men lítla løtu seinni skoraði Heini Vatnsdal til 2-0. Dysturin endaði 2-1 til Føroya

Sambært KVF byrja hesir 11 ímóti Moldova

Cristiano Ronaldo er fluttur inn í luksushúsið í Manchester vert yvir 60 milliónir krónur, har hann hevur verið í sóttarhaldi

Føroyar fingu eitt av bestu úrslitunum nakrantíð hjá føroyskum landsliðsfótbólti í kvøld, skrivar Bolt.fo

Lene B. Terp, landsliðsvenjari hevur úttikið 23 spælarar til dystirnar móti Spania og Skotlandi