FBF/NEVZA U19, menn: Føroyar – Svøríki 0-3 (16-25, 17-25, 21-25)
Kl. 13 í dag spældu føroysku U19 flogbóltsmenninir sín fyrsta dyst í NEVZA-kappingini, sum í hesum døgum er í Høllini á Hálsi. Tað var bert í triðja setti, at spenningur var um úrslitið eftir ein góðan føroyskan endaspurt, sum kortini ikki rakk á mál.
Í fyrsta setti dragnaði tíðliga millum liðini, men í øðrum setti hingu Føroyar leingi í svium og vóru stundum frammanfyri, men eftir at sviar løgdu seg á odda 12-11 drógu teir so líðandi frá og vunnu 25-17.
Ikki var líkt til, at spenningur skuldi koma í triðja sett, tá ið Svøríki hevði lagt seg á odda 12-6 og 15-8, men Føroyar gjørdu ein vørr og bardu seg upp á 20-21 og 21-22. Tað allar síðsta restaði tó í, og Svøríki vann næstu tríggjar bóltarnar og settið 25-21.
Føroyar spæla longu aftur kl. 19 í kvøld. Tann dysturin er ímóti Onglandi, sum Føroyar javnan hava vunnið á, t.d. sum í kappingini í 2023, tá Føroyar vunnu 3-2 og 15-13 í javnbrótaranum.
Kl. 15 spæla føroysku U19 kvinnurnar ímóti Danmark.
Allir dystirnir verða stroymdir á sg.tv.fo/ras/
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo