Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í steypakappingini hjá monnum var ongin ivi um hvør rætti vinnarin var. Úrslitið gjørdist 3-1 (21-25, 25-23, 25-19, 25-20)

Hvalbiar Kommuna hevur á fyrsta sinni fingið ein Danmarksmeistara í inniróðri

 

 

Fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki var í høllini á Hálsi í Havn í dag

Í vikuni skrivaði Dánjal Pauli Lervig undir sáttmála við 07 Vestur, og hann flytir sostatt úr HB vestur har hann hevur leikt seinastu trý árini

Seinastu dystirnir í innleiðandi umfarinum í steypakappingini í flogbólti verða spældir um vikuskifti

Í dag, 30. januar, er fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í Havn

Håkan Ericson og Eli Hentze hava sent boð eftir 23 spælarum til venjingarlegu, sum verður í Havn frá 11. til 14. februar

Í samstarvi við Hondbóltssamband Føroya og Ø Media fer Kringvarp Føroya nú undir at senda føroyskan hondbólt beinleiðis í sjónvarpinum

Tey tilnevndu til heiðurin ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2020 eru ungir íðkarar, sum eru at finna innan hondbóltin, fótbóltin og fimleikin

Verður tað Fleyr ella KÍF, ið spælir seg víðari til hálvfinaluna?

ÍtróttaFYRIMYNDIN 2020 er ein av heiðurslønunum, sum verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM um tríggjar vikur

Í dag var so sjøtil settur á seinnu leikhálvu í landskappingini í talvi fyri lið

Í dag var fyrsti dystur í landskappingini í kurvabólti fyri kvinnur leiktur

8 skjúttar hava kappast í 18 metra frástøðu í hølunum hjá Vágaskoti í Miðvági

Í dag tók Fleyr ímóti ÍF í bólkaspælinum í steypakappingini. Lagt var upp til, at hetta fór at vera ein tættur dystur

Kvinnurnar taka ímóti TB og menninir taka móti SÍ í Badmintonhøllini í morgin. Flogbóltssambandið stroymir dystirnar

Flogbóltsambandið arbeiðir við eini ætlan, har allir flogbóltsdystir verða stroymdir og tí lætt tilgongiligir hjá øllum

Í vikuni fer nýggja Meistaradeildin í pool av bakkastokki. Ítróttabarrin Landskrona hevur sett sær fyri at finna føroyameistarin í pool

Heilsufótbóltur kann metast at vera tryggur venjingarháttur, tá tað snýr seg um smittuvanda av koronu, vísir nýggja gransking

Við ársbyrjan í fjør varð ein arbeiðsbólkur settur, ið skuldi viðgera møguligar broytingar í kappingarleistinum

Í dag hava 7 ungdómsskjúttar kappast á 12 metra frástøðu í hølinum hjá Tambar í Tórshavn

- Danin Jonas Dal Andersen verður nýggjur høvuðsvenjari hjá okkara Betri monnum, skrivar HB á heimasíðuni

- Mín vón er, at vit næstu ferð, úrvalsstuðulin skal handast, kunnu hava eina almenna handan, og at vit tá aftur uttan avmarkingar kunnu fylkjast um virðismikla ítróttin, sigur Jenis av Rana

Nýment roynd kann svara, um svimjarar eru førari til stuttar ella langar teinar í hylinum. Vísindalig grein um royndir av føroyskum svimjarum er útgivin í altjóða tíðarriti

Høvuðsvenjarin Jens Berthel Askou hevur fingið annað venjarastarv, og tískil skal besta mansliðið hjá HB hava nýggjan venjara, sigur HB

Skífelagið Fjalir hevur syrgt fyri hentleikunum

Uppskot til ymisku ítróttaheiðurslønirnar, ið verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM 13. februar 2020, skulu vera ÍSF í hendi í seinasta lagi sunnudagin 3. januar

- Fótbóltsárið 2020 gjørdist avbjóðandi á mangan hátt. Men eisini serstakt ítróttarliga, og enn einaferð vístu vit, at saman megna vit at koma longur fram á leið

- Øllum okkara kæru heima, ætt, vinum og kenningum, ynskja vit eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár

Á fundi í dag hevur J. &. K. Petersen gjørt sáttmálar við undirveitararnar í sambandi við Langhylin í Tórshavn

Annika Olsen, borgarstjóri, og Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya, hava skrivað undir samstarvsavtalu um síðsta byggistig í stóru verkætlanini at fáa Tórsvøll at lúka øll krøv til altjóða stadion

Sunnudagin var seinasta úrvalsvenjingin í hesum árinum á skránni. Vant varð á Tórsvølli og á Svangaskarði, og ikki færri enn 80 børn luttóku

- Vit vilja hava kjak um, hví vit ikki kunnu súkkla ígjøgnum Eysturoyartunnilin, tá vit kunnu súkkla gjøgnum allar aðrar tunlar í Føroyum, siga teir sum í dag fingu bót fyri at súkkla ígjøgnum Eysturoyartunnilin

Samstundis sum U17-endaspølini hjá gentum og dreingum eru avlýst, hevur UEFA avgjørt at U19-kappingarnar skulu spælast. Hetta merkir, at føroysku U19-liðini við gentum og dreingjum skulu til tvær EM-undankappingar í 2021

Argja dart hevur í dag gjørt leigusáttmála um høli í skúlabygninginum á Argjum (fyrrv. Argja skúla)

Í heyst flutti Havnar telvingarfelag inn í evningsstovuna í Finsen. Fyri at fáa kommunalu viðurskiftini innan frítíðarvirksemi, listi v.m. at ganga betri upp hevur felagið valt at gera nýggjan sáttmála við Tórshavnar kommunu

Sámal Erik Hentze heldur fram sum venjari hjá U21-landsliðnum. FSF og Bagge hava skrivað undir nýggjan 2 ára sáttmála. Nýggjur hjálparvenjari verður Atli Gregersen

Skjótisamband Føroya hevur nú fingið limaskap í International Shooting Sport Federation. Føroysk ítróttafólk innan skjóting kunnu sostatt vera við í altjóða kappingum undir føroyskum flaggi

Um vikuskiftið hevur kapping verið í hølinum hjá Ørvi í Runavík

Asbjørn Heðinson og 07 Vestur hava undirskrivað sáttmála, og ungi sandavágsmáðurin er sostatt aftur í barndómsfelagnum, úr AB, har hann leikti í ár

Heimasíðan hjá ÍSF setir ymiskum fólkum spurningar um ítrótt og rørslu. Hesa ferð er gesturin Sigfríður Skaale Clementsen

Í dag varð ítróttahøllin við Streymin handað kommununi. Nú verður listin sett upp í høllini og smávegis snøklar gjørdir, síðani er hon klár at taka í nýtslu eftir árskiftið

Hon er fødd við ár í hond, og enn einaferð hevur Sarita Kristina Hansen prógvað seg sum ein innirógvara í fremstu røð. Sarita vann farna vikuskifti EM í inniróðri

Hvistan, sum rundaði 15 ár í ár, hevur skipað fyri nógvum tiltøkum í heyst. Nú árið er farið at halla, eru tvey tiltøk eftir, har annað er nú leygardagin kl. 11.00, tá ið nissurenning verður

Í dag hevur FIFA góðkent Ovara vøll í Gundadali, sum so merkir at aljóða dystir kunnu leikast á vøllinum

Á samkomu seinnapartin loysti Annika Olsen, borgarstjóri, fyrsta flagið fyri Langhylinum í Gundadali. Borgarstjórin greiddi eisini stutt frá verkætlanini, sum er slóðbrótandi í føroyskari ítróttasøgu

Í dag hevur IIGA boðað frá, at oyggjaleikirnar sum skuldu verða á Guernsey í 2021, í staðin verða í 2023

Leikskráin hjá A-landsliðnum við monnum til komandi HM-undankapping er komin upp á pláss. Føroyar byrja á útivølli móti Moldova tann 25. mars

Føroyar eru í Bólki F saman við Danmark, Eysturríki, Skotlandi, Ísrael og Moldova

Í dag klokkan 14 bar aftur til at skoyta á skoytibreyt í Havn. Skoytibreytin er á niðara vølli í Gundadali