Flogbóltssamband Føroya: Eftir at SÍ fyrstu stuttu løtuna hevði verið á odda, fór Mjølnir frá 5-6 upp á 9-6 og helt seg frammanfyri restina av settinum. SÍ nærkaðist tó ímóti endanum, og við tveimum smassjum frá Mileta Vesovic kom SÍ upp á 22-23. Kanadiski Alain Pinault syrgdi tó við smassji fyri, at Mjølnir fekk settbólt, sum SÍ kortini yvirlivdi í fyrstu syftu, men seinna settbóltin langaði Steffan Rosenlund í gólvið til 25-23 til Mjølnir.
Í øðrum setti gekk javnt á, og soleiðis gjørdist støðan 21-21, tá ið SÍ fór framum 22-21 við blokki frá Mileta. Smassj frá Michael Rowsell í blokkin og út og síðani lobb og smassj frá Steffan Rosenlund góvu Mjølni tveir settbóltar, og tann seinna sló Pinault í blokaduna hjá SÍ og út til 25-23.
Við fimm stigum á rað vann SÍ sær greiða leiðslu tíðliga í triðja setti, og við øðrum fimm á rað gjørdist støðan 20-10, áðrenn SÍ vann settið 25-19.
Mjølnir tóktist at hava tamarhald á fjórða setti, og var á odda 13-9 og 19-16, tá ið SÍ við góðum stima vendi øllum á høvdið og fór framum 21-19. Mjølnir javnaði aftur til 23-23, men servaði síðani út, og settbóltin vann leikandi venjarin hjá SÍ, Matteusz Pazgan, frammi við netið, og so var 2-2 í settum.
Við “postkassa” frá Vuk Ilic, hepnari netrullaraservu frá Thorvaldi Danielsen og framúr blokki frá Rowsell legði Mjølnir seg framum 3-0 í javnbrótaranum, og hetta skuldi vísa seg at gerast avgerandi fyri sigurin, tí SÍ kom ongantíð nærri enn tvey stig. Við fýra dystarbóltum við støðuna 14-10 fór tað ikki at miseydnast hjá Mjølni, og við dundursmassji gjørdi Pinault tað til 15-11.
Við tí eina stigunum varðveitir SÍ kortini fyrstaplássið í Polestar-deildin, eitt stig frammanfyri Mjølnir á øðrumplássi.
Støðan í Polestar-deildini:
Nr. | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | SÍ | 5 | 8 | 12 |
2 | Mjølnir | 5 | 6 | 11 |
3 | Fleyr | 5 | 4 | 9 |
4 | ÍF | 3 | -6 | 1 |
5 | Ternan | 4 | -12 | 0 |
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo