Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fríggjadagin 21. februar skal kvinnulandsliðið í eldin aftur, tá fari verður undir eina nýggja UEFA Nations League kapping - Mynd: Jakoba Svensdóttir

FSF: Hósdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í UEFA Nations League 2025 fyri kvinnur. Føroyar komu í bólk C1, saman við Slovakia, Moldova og Gibraltar.

Aftaná lutakastið settu umboð fyri londini seg saman at samráðst um eina leikskrá, og nú er komið upp á pláss, hvussu spælt verður.

Føroyar byrja og enda kappingina móti Slovakia, sum er styrkismett ovast í okkara bólki. Fríggjadagin 21. februar spæla Føroyar á útivølli móti Slovakia, og týsdagin 3. juni vitja slovakar í Føroyum.

Leikskráin
21. feb. Slovakia – Føroyar
25. feb. Gibraltar – Føroyar
4. apríl Føroyar – Moldova
8. apríl Føroyar – Gibraltar
30. mai Moldova – Føroyar
3. juni Føroyar – Slovakia

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo