Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssamband Føroya: Heldur óvæntað vann ÍF tey bæði fyrstu settini, áðrenn Mjølnir kom afturíaftur og javnaði til 2-2 eftir at hava vunnið triðja og fjórða sett sannførandi. Í javnbrótaranum hótti ÍF aftur, men tá ið avtornaði, vunnu seksfaldu føroyameistararnir úr Klaksvík.

Í fyrstani var tó ikki nógv ið bendi á, at dysturin skuldi gerast so spennandi, tí heimaliðið legði seg á odda 6-1 í fyrsta setti og var eisini frammanfyri 17-14, tá ÍF við fýra stigum á rað fór framum 18-17. Mjølnir megnaði ongantíð at fara framumaftur, og so vann ÍF 25-22.

Annað sett var sum eitt kopi av tí fyrsta. Mjølnir legði seg á odda 8-4 og 13-9, men við fimm bóltum á rað fór ÍF frá 14-16 upp á 19-16 og vann eisini settið sannførandi 25-19.

Mjølnir var tó aftur best frá byrjan í triðja setti, og hesa ferð var einki vingl og Mjølnir vann við 11 stigum, 25-14. Eins sannførandi var tað í fjórða setti, har Mjølnir fór frá 5-5 upp á 9-5 og økti so líðandi um munin og vann settið 25-16.

Í javnbrótaranum kom spenningur í aftur, tó at Mjølnir fyri tað mesta var frammanfyri; stundum við trimum og einaferð við fýra, tá Mjølnir var á odda 12-8. ÍF minkaði tó um munin niður í eitt stig, til 11-12, men nærri kom ÍF ikki, tí Mjølnir vann næstu tveir bóltarnar og legði seg á odda 14-11, og við smassji á miðjuni frá Vuc Ilic varð settið vunnið 15-12.

Við teimum tveimum stigunum fyri fimmsettaran varðveitir Mjølnir fyrstaplássið á stigatalvuni, men er bert eitt stig frammanfyri SÍ, sum hevur spælt ein dyst færri. Mikudagin tekur Mjølnir ímóti Ternuni, sum einki stig hevur vunnið.

SÍ – Fleyr 3-0 (25-12, 25-15, 25-23)
Í Sørvági smurdi SÍ Fleyr av, og tað var bara í triðja setti, at SÍ fekk mótstøðu. Fleyr var tá á odda 9-8 og 15-13, men SÍ fór framumaftur, áðrenn Fleyr javnaði til 20-20, 22-22 og 23-23. Við smassji frá Tóka í Haraldstovu á miðjuni fekk SÍ dystarbólt, og tá Fleyr ikki fekk bilbugt við blokkinum hjá Bjarna Joensen, vann SÍ 25-23.

Støðan í Polestar-deildini:

Nr.

Lið

Dystir

Settmunur

Stig

1

Mjølnir

7

9

16

2

6

11

15

3

Fleyr

7

-1

9

4

ÍF

6

-2

8

5

Ternan

6

-17

0

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo