Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Eftir at hava verið burtur frá landsliðnum í næstan hálvt triðja ár orsaka av skaða, er Hallur Hansson við frá byrjan ímóti Norðurmakedónia - Mynd: Hans Erik Danielsen

Eftir at hava verið burtur frá landsliðnum í næstan hálvt triðja ár orsaka av skaða, er Hallur Hansson við frá byrjan ímóti Norðurmakedónia - Mynd: Hans Erik Danielsen

Eftir at hava verið burtur frá landsliðnum í næstan hálvt triðja ár orsaka av skaða, er Hallur Hansson við frá byrjan ímóti Norðurmakedónia - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: – Vit hava ein góðan og sterkan hóp, og hann skulu vit brúka. Dysturin í Armenia var strævin og kravdi nógv av okkara spælarum. Tí hava vit valt at gera nakrar skiftingar á liðnum í dag. Vit skifta spælarar, bæði tí vit ynskja nýggja orku inn á liðið, og tí vit hava góðar spælarar, sum kunnu fáa kjansin í hesum dystinum, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.

Føroyska manslandsliðið stendur í dag fyri einari stórari, men eisini sera spennandi avbjóðing á Todor Proeski Stadion í Skopje í Norðurmakedónia.

Við sigrinum á Armenia fyri trimum døgum síðani, tryggjaðu Føroyar sær sætið í deild C, og við einum sigri í dag, tryggja vit okkum rættin um møguleikan at flyta upp á deild B.

Men fyrst skal uppgávan móti Norðurmakedónia avgreiðast, og samanborið við teir fyrstu ellivu, ið vórðu sendir á vøllin í Jerevan fyri trimum døgum síðani, hevur Eyðun Klakstein avgjørt at gera seks broytingar á føroyska liðnum.

Bárður á Reynatrøð verður í mál, og verjuni manna Jann Benjaminsen, Andrias Edmundsson, Gunnar Vatnhamar, Odmar Færø og Viljormur Davidsen. Á føroyska miðvøllinum vera Meinhard Olsen, Brandur Olsen, Hallur Hansson, ið er við aftur eftir longri skaðasteðg, og sum eisini verður liðskipari, og Hanus Sørensen, og fremsti maður verður Petur Knudsen.

Eykaspælarar eru Mattias Lamhauge, Teitur Gestsson, Arnbjørn Svensson, Sølvi Vatnhamar, Poul Kallsberg, Ási Dam, Noah Mneney, Jóannes Kalsø Danielsen, Jóannes Bjartalíð, Páll Klettskarð, René Shaki Joensen og Adrian Justinussen.

UEFA Nations League dysturin millum Norðurmakedínia og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 14:00, og kann síggjast í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, og eisini ber til at fylgja við beinleiðis frásøgn á FM 1.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo