Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Høgni Egilstoft Nielsen - vann á Helga Dam Ziska í spennandi finalu í dag.

Høgni Egilstoft Nielsen - vann á Helga Dam Ziska í spennandi finalu í dag.

Høgni Egilstoft Nielsen - vann á Helga Dam Ziska í spennandi finalu í dag.

Høgni Egilstoft Nielsen endurvann í dag FM-heitið í kviktalvi eftir dramatiskan finaluumdyst móti Helga Dam Ziska.

Kappingin var ógvuliga hørð millum teir báðar oddamenninar. Teir telvaðu javnt sínamillum og vunnu hvørt talvið í hinum átta umførunum. Tað kom tí at standa á jøvnum teirra millum, báðir fingu 8½ stig í part.

Helgi hevði munin í mótstøðustigum, men reglurnar áseta umdyst, stendur tað á jøvnum millum fremstu telvararnar.

Høgni og Helgi telvaðu fyrst tvey talv við tíðini 3 min. + 2 sek. Helgi vann fyrra talvið við hvíta fólkinum, og Høgni vann seinna talvið, tá ið hann hevði hvíta fólkið. Nú var líka vítt sum sítt.

So var farið undir eitt avgerandi triðja talv í umdystinum - eitt sudden death. Høgni hevði nú hvíta fólkið og fimm minuttir á klokkuni, Helgi hevði svarta fólkið og fýra minuttir til talvið. Sum kompensasjón kundi Helgi standa seg við javnleiki - Høgni mátti vinna vinna. Báðir komu í tíðarneyð.

Helgi hevði vinnandi støðu, men tíðin fór at ganga undan. Til endans fann hann ein variant, har hann kundi fáa somu støðu tríggjar ferðir upp í slag og sostatt remis, men tíðin fór, áðrenn hann náddi at avgreiða leikendurtøkuna.

Sostatt vann Høgni umdystin 2 - 1- meira dramatiskt fekk tað ikki verið.

Eitt sera undirhaldandi punktum fyri hetta FM-vikuskiftið í snar- og kviktalvi. Í gjár vann Helgi snarkappingina í harðari kapping við Høgna - í dag var øvugt.

Í alt 32 telvarar vóru við í kvikkappingini í dag. Teir fremstu tíggju vóru hesir:

FM kvik 2024

1-2 Helgi Dam Ziska, 8½

1-2 Høgni Egilstoft Nielsen, ST 8½

3 Luitjen Akselsson Apol, HT 7

4 Jón í Horni Nielsen, ST 5½

5 Heiðrikur Jacobsen, HT 5½

6 Elias Petersen, HT 5½

7 Rókur Davidsen, KTF 5½

8 Petur G. Magnussen, HT 5½

9 Margar Berg, HT 5½

10 Brestir Samuelsen, HT 5½

Í kviktalvi hava telvararnir tíggju minuttir hvør til talvið umframt fimm sekund fyri hvønn leik. Í snartalvi eru tríggir minuttir í part umframt tvey sekund fyri leikin.

FM í snartalvi hevur verið síðani 1980, men kviktelvingin kom ikki fyrr enn í 2019. Helgi og Høgni eru teir einastu, sum hava vunnið FM-heitið í kviktalvi, og í dag vóru teir so javnir sum ongantíð fyrr.

FM í kviktalvi 2019 - 2024

2019 Høgni Egilstoft Nielsen, ST

2020 Helgi Dam Ziska, HT

2021 Helgi Dam Ziska, HT

2022 Helgi Dam Ziska, HT

2023 Høgni Egilstoft Nielsen, ST

2024 Høgni Egilstoft Nielsen, ST

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo