Talvsambandið: Stutt er millum havnarmenn, vágamenn og klaksvíkingar eftir fyrstu tvey umførini í landskappingini í talvi. Bara eitt hálvt stig skilir tey trý oddaliðini.
Dystirnir í øðrum umfari vóru sunnudagin.
Toppliðini hava verið eitt sindur skerd higartil. Á havnarliðnum sæst einki til Helga Dam Ziska, Martin Poulsen ella Olaf Berg, og sunnudagin vóru hvørki Carl Eli Samuelsen ella Sjúrður Thorsteinsson við. Hjá Sandavági er saknur í Rógva Egilstoft, sum í løtuni búleikast í Spania.
Hesin gjósturin hevur givið klaksvíkingum eitt gylt høvi til at leggja seg út í kappingina við hini bæði sigursvandu feløgini.
Kollfirðingar, sum eru nýggir í 1 deild, hava bitið frá sær. Unglingin á fjórða borði, Markus Jacobsen, hevur tikið øll á bóli. Í fyrsta umfari vann hann á Torkil Nielsen, nú syfti hann eisini Terja Petersen.
1 deild (2. umfar)
Sandavágur - Havnin (B) 3½ - ½
Høgni Egilstoft Nielsen - Margar Berg 1 - 0
Silas Eyðsteinsson - Suni Merkistein ½ - ½
Jón í Horni Nielsen - Óli Joensen 1 - 0
Torkil Nielsen - Poul Poulsen 1 - 0
Klaksvík (B) - Havnin (A) 1½ - 2½
Finnbjørn Vang - Luitjen Akselsson Apol 0 - 1
Wille Olsen - Herluf Hansen ½ - ½
Ingolf Gaard - Elias Petersen ½ - ½
Janus Skaale - Heiðrikur Jacobsen ½ - ½
Kollafjørður - Klaksvík (A) 1½ - 2½
Árant Djurhuus - Ólavur Simonsen ½ - ½
Rógvi Mørkøre - Rani Baldursson 0 - 1
Karl M. Dahl - Heðin Gregersen 0 - 1
Markus Jacobsen - Terji Petersen 1 - 0
Støðan 1 deild
Havnin (A) 6½ stig
Sandavágur 6½
Klaksvík (A) 6
Kollafjørður 2½
Klaksvík (B) 2
Havnin (B) ½
2 deild
Sandavágur - Klaksvík 2½ - 1½
Havnin (B) - Kongshavn 2 - 2
Toftir - Havnin (A) 2 - 2
Støðan
Klaksvík 5 stig
Toftir 4½
Havnin (B) 4½
Sandavágur 4
Havnin (A) 3½
Kongshavn 2½
3 deild
Kollafjørður - Vestmanna ½ - 3½
Havnin - Rókur ½ - 3½
Sandavágur - Gøta 1½ - 2½
Støðan
Rókur 6½
Vestmanna 4½
Gøta 4
Kollafjørður 4
Havnin 3
Sandavágur 2
Í fjórðu deild er bara eitt umfar telvað. Har eru liðini tíggju í alt.
Telvað verður aftur 10 november. Tá er triðja umfar á skránni. Í 1 deild verður tá telvað soleiðis:
Klaksvík (A) - Sandavágur
Havnin (A) - Kollafjørður
Havnin (B) - Klaksvík (B).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo