Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Sunnudagin klokkan 16 spæla kvinnurnar hjá KÍ og NSÍ stórsteypadyst á Tórsvølli, og allur ágóðin fer til Beran

Farna vikuskifti var fimta og seinasta Grand Prix kappingin 62oN Open í einmansleiki í badminton

Dávid Reynheim, Jónas Gaard og Dánial Mørkøre stóðu fyri málunum, tá U17-landsliðið við dreingjum týsdagin vann 4-0 á Gibraltar

Hans Petur Højgaard og Helena við Misá vunnu Grand Prix-kappingina hjá ávikavist recurve-monnum og compound-kvinnum fyri triðu ferð á rað og vunnu tískil steypini til ognar

36 ára gamli Per Símunarson Hansen byrjaði at skjóta við boga og píli í november. Leygardagin fór hann heim við FM-gullinum í recurve eftir at hava vunnið óvanliga spennandi hólmgongur í bæði hálvfinaluni og finaluni

FM vinnararnir á 15 metrum blivu teir somu sum á 12 metrum. Jónas og Narvi býttu pláss í heiðursmerkjaraðnum hjá compound-dreingjunum, Jón Sjúrður vann uttan mótstøðu í recurve, og hjá barboga-gentunum var Eva nýggjur bronsuvinnari

- Avtalan ber við sær at Hotel Hafnia og Hotel Brandan verða ein av høvuðsstuðlunum hjá Parasport Føroyar í 2024

Lettland og Rumenia komu væl frá byrjan, tá EM-undankappingin fyri U17 gentur fór av bakkastokki sunnudagin

Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini í bridge vóru leiktar í Norðurlandahúsinum leygardagin 16. mars 2024

FM fyri ung í borðtennis hevur verið spælt í høllini í Trongisvági hetta vikuskiftið. Kappast hevur verið frá teimum yngstu í smápinku- og smápiltadeildunum upp til kvinnu- og mansunglingar

Fyrsta World Cup kappingin í estetiskum fimleiki í ár verður í Finnlandi um vikuskiftið, og fýra føroysk lið luttaka

Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur sent boð eftir Jann Julin Benjaminsen úr B36 til venjingarleguna í Spania, og til venjingardystirnar móti Liktinstein og Danmark

Lutakast hevur verið á høvuðsskrivstovuni í Nyon hjá UEFA. Finalan verður spæld á Wembley í London tann 1. juni

Venjarin hjá U17-landsliðnum við gentum, Eyðvør Jacobsen er bjartskygd undan EM-undankappingini, sum verður í Føroyum frá 17. til 23. mars

Nú bragdar aftur í Gøtu Talvfelag. Í gjárkvøldið vann felagið FM-heitið í unglingadeildini. Hetta er annar FM-sigurin hjá Gøtu Talvfelag í deildini - einasta FM-heitið higartil var í 1978

Móttøka var í dag í móttøkuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu fyri hondbóltslandsliðinum hjá monnum

Øll, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í ár, og sum ætla at skifta felag í næstum, skulu fáa hetta avgreitt í seinasta lagi í morgin, fríggjadagin 15. mars klokkan 16:00. Tá letur flytingarvindeygað í Føroyum nevniliga aftur á hesum sinni

Sunnudagin byrjar EM-undankappingin fyri U17 gentur, sum hesaferð verður spæld í Føroyum. Fyrsti dysturin verður millum Lettland og Føroyar. Avspark er klokkan 13:00

Seinastu dagarnar hava 14 høvuðsungdómsvenjarar saman við umboðum fyri FSF verið á námsferð í Danmark. Vitjað varð í FC Nordsjælland, Lyngby BK og HB Køge, og hjá danska hockey-sambandinum

Fyri fimtu ferð hevur Tórshavnar Bridgefestivalur verið, og í ár vóru íslendingar á øllum ovastu plássunum, tó so at par nummar trý var eitt blandað føroyskt-íslendskt par

Håkan Ericson, landsliðsvenjari hjá monnum, hevur úttikið 23 spælarar til venjingarleguna í Spania, og venjingardystirnar móti Liktinstein og Danmark, sum vera ávikavist 22. og 26. mars

Eyðun Klakstein, venjari hjá U21-landsliðnum hevur úttikið 20 spælarar til EM-undankappingardystin á útivølli móti Portugal, sum verður hósdagin 21. mars

Seinasta styrkiroyndin hjá føroysku dartleikarunum, aðrenn stóru altjóða kappingarnar Tórshavn Open og Faroe Islands Open var um vikuskifið

Havnarmenn gjørdu bart og vunnu stórsigur á vágamonnum í seinasta umfari í landskappingini í dag

Við betri settmuni á stigatalvuni hóast 3-2 tap fyri SÍ seinasta mánadag, hevur Fleyr havt fyrimun í kappingini um rættin at møta Drátti í FM-finalunum, men treytirnar hava tó verið beinharðar

Í morgin leygardagin fellur avgerðin í landskappingini í talvi. Havnarmenn standa til at taka FM-heitið frá vágamonnum, men við einum rimmar spurti kann Sandavágs Talvfelag endurvinna FM-heitið

Við appini “FSF fótbóltur” hava øll fótbóltsáhugaði nú lætta atgongd til kunning og dagføring um dystir og kappingar. Og sum nakað nýtt, verður nú beinleiðis dagføring frá øllum dystum í Betrideildini hjá kvinnum og monnum, og í 1. deild hjá monnum

Mánadagin 11. mars klokkan 10:00 verður kunngjørt, hvussu A-landsliðshópurin hjá monnum og U21-hópurin fara at síggja út til uppgávurnar seinni í mánaðinum

Sambært serfrøðingunum í Fótbóltsblaðnum 2024 er KÍ favorittur at endurvinna FM í Betrideildini hjá bæði kvinnum og monnum

Dystaskráin fyri EM-undankappingina hjá kvinnulandsliðnum er nú klár. Føroyar byrja á útivølli móti Grikkalandi fríggjadagin 5. apríl

Fótbóltsblaðið 2024 er útkomið, og fæst ókeypis á øllum EFFO støðunum kring landið, og í No12 á Tórsvølli

Nú er greitt, hvørjum kvinnulandsliðið skal spæla ímóti í komandi EM-undankapping, sum byrjar fyrst í apríl mánað

Hans Petur Højgaard setti nýtt persónligt met, og recurve-finalurnar hjá bæði monnum og kvinnum máttu avgerast við shoot-off í bogaskjótikappingini á 18 metrum í Miðvági

Øgiligur speningur er nú um seinna finaluplássið í Føroya Tele-deildini, eftir at SÍ í kvøld vann 3-2 á Fleyr, og bæði liðini standa á 26 stigum

Farna vikuskiftið luttóku bæði ungdómsleikarar og vaksnir leikarar í kapping í Danmark

Compound-finalan hjá dreingjunum var óguvliga tøtt og spennandi, og bæði hjá gentunum við barboga og recurve-dreingjunum vóru óvæntað úrslit

Brandur í Dali heldur fram sum nevndarformaður eftir aðalfundin sum var herfyri

Aftur í ár gjørdist talan um eina væl eydnaða ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Tilsamans 72 luttakarar vóru á ráðstevnuni

Í morgin, leygadagin 2. mars, verður kappast um norðurlendska meistaraheitið/ Open Nordic Championship í innirógving

Hetta vikuskifti verður árligur norðurlendskur fundur hjá norðurlendsku fimleikasambondunum. Og í ár er fundurin í Føroyum, og Føroya Fimleikasamband er vertur

Frá 12. til 20. mars fer U17-landsliðið við dreingjum til Gibraltar, har UEFA menningarkapping verður á skránni

Stóri blíðskapurin, sum øll í Team SuðurSkot sýndu, vann væl og virðiliga á kuldanum, og kappingarnar gingu væl, hóast umstøðurnar ikki vóru tær bestu

Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum rætt og slætt smurdi Luksemburg av og fekk síni fyrstu undankappingarstig yvirhøvur. Liðini hittast aftur á Hálsi sunnudagin, skrivar KVF

Venjarin hjá U19-landsliðnum við gentum, Pætur Smith Clementsen hevur kunngjørt hópin til EM-undankappingina, sum verður í Turkalandi fyrst í apríl mánað

Nú er greitt, at tað verður Solby A. Christiansdóttir, sum skal fyrireika og samskipa oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum í 2027. Hon er serliga kend úr Kringvarpinum, har hon eitt nú havt ítróttin undir hond

Ein av teimum, sum aftur í ár verður at síggja fram við síðulinjuni í Betrideildini, er Dan Højgaard úr Rituvík. Dan fer nú undir sítt 25. ár sum hjálpardómari í føroyskum fótbólti

Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið 18 spælarar til EM-undankappingina, sum verður í Føroyum frá 17. til 23. mars

Á seinasta býráðsfundi varð samtykt at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá Allan við Rætt og Pól á Sondum, um at skifta restina av gomlu vindeygunum í Ítróttarhúsinum á Svangaskarði

Í gjár varð fimta og seinasta Grand Prix-umfar spælt í høllini í Trongisvági, og sostatt er Grand Prix-kappingarárið í borðtennis nú komið at enda, og vinnarar eru funnir og heiðraðir í øllum aldursbólkum

SÍ vann Bónuskappingina fyri kvinnuungligar ímóti Mjølnir. Talan bleiv ongantíð um ein veruliga spennandi dyst