FSF: Á middegi sunnudagin lokala tíð í lettlendska høvuðsstaðnum Riga, sum var klokkan tíggju føroyska tíð, fór A-landsliðið við kvinnum á Skredela leikvøllin, har dysturin um 3. plássi í Baltic Cup 2024 var á skránni.
Og tá dómarin floytaði av, vóru tað okkara kvinnur, ið fóru við heiðursmerkjunum og steypinum, sum prógv upp á, at Føroyar gjørdust nummar trý í kappingini, meðan Litava endaði á fjórða plássi.
Úrslitið bleiv 2-1 til Føroyar. Ásla Johannesen skoraði til 1-0 tá 18 minuttir vóru farnir, og beint fyri hálvleiki legði Heidi Sevdal Føroyar á odda 2-1, eftir at Litava javnaði tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin.
Í seinna hálvleiki royndu litavisku kvinnurnar at leggja trýst á, fyri at fáa útjavnandi málið, men føroyska verjan og málverjin, Gunnvá Lützen, ið spældi sína fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar, stóðu væl, og sum heild var sigurin ongantíð í vanda.
Hinvegin var nærri við at føroyska liðið økti um leiðsluna tá fáir minuttir restaðu í. Fyrst brast bólturin á stongina, áðrenn ein litaviskur verjuspælari bjargaði á strikuni.
Finalan í Baltic Cup 2024 verður millum Estland og Lettland, og verður sparkað í gongd klokkan 16:00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo