Fótbóltssamband Føroya: – Eg eri ómetaliga glað fyri hendan møguleikan, og gleði meg eisini nógv til tær avbjóðingar, ið standa fyri framman – bæði í sambandi við úrvalsvenjingarnar, har eg, saman við øðrum góðum kreftum, sleppi at vera partur av menningini av okkara yngru fótbóltsspælarum, og at vera partur av venjaratoyminum kring kvinnulandsliðið.
Tað sigur Jacoba Langgaard, ið hevur skrivað undir sáttmála við Fótbóltssamband Føroya, ið inniber, at Jacoba næstu tvey árini verður hjálparvenjari hjá A-landsliðnum við kvinnum, samstundis sum hon eisini verður partur av samskipanini av úrvalsvenjingunum hjá FSF.
36 ára gamla Jacoba Langgaard er ikki ókend í føroyskum fótbólti. Sambært Faroesoccer hevur hon spælt 165 dystir í fremstu deildini, og spælt 19 A-landsdystir og skorað trý mál fyri Føroyar.
Við at seta Jacobu Langgaard í fulltíðarstarv ynskir FSF at uppraðfesta og at fáa meiri støðufesti kring kvinnulandsliðið. Jacoba hevur UEFA A-venjaraprógv, og byrjar í starvinum tann 1. februar 2025.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo