Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Sølan av Landsliðspakkum til dystirnar í UEFA Nations League hevur gingið væl. Men á midnátt hóskvøldið endar sølan, og frá fríggjadegnum á middegi ber til at keypa atgongumerki til hvønn einstakan dyst

Í dag eru tað 6. flokkar úr øllum landinum, sum leita til Vágs til Skúlafótbólt, sum FC Suðuroy skipar fyri, har Bank Nordik er høvuðsstuðul

Herfyri var FM fyri ung í badminton í høllini á Giljanesi

UEFA hevur framt smávegis broytingar í leikskránni hjá U21-landsliðnum. Fyri Føroyar merkir hetta, at heimadysturin móti Ukraina er framskundaður til 1. juni

Nú er greitt, hvussu spælast skal í 1. umfari og í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum, og hvussu liðini møtast í fjórðingsfinalunum hjá monnum

Flaggdagsrenning var í Tórshavn í gjár. Ólavur Frederiksen tók fleiri myndir

U17-landsliðið við dreingjum er í hesum døgum til UEFA menningarkapping í Estlandi. Venjarin sær kappingina sum góða fyrireiking til NM og EM, sum eru á skránni seinni í ár

Seinastu 3 umførini í FM-kappingini fyri lið vóru leikt í bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 23. apríl 2022

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti í morgun føroyskt met, tá hon á ungarsku meistarastevnuni á langgeil í Debrecen svam 800m frí við tíðini 9:06.88

Hetta vikuskiftið verður telvað um FM-heitið í snar- og kviktalvi. Ikki fyri 2022, men 2021

Á bólkinum hjá vágbingum, verður heitt á tann sum hevur "lánt" henda bannaran, sum sæst á myndini, um at koma aftur við honum

Í dag er fyrsta umfar í stóru fótbóltskappingin millum skúlaflokkar í øllum árgangum og úr øllum landinum

Fríggjadagin 13. mai skipar FSF fyri impulsskeiði innan ítróttarsálarfrøði. Skeiðið telur 7 impulstímar til dagføring av UEFA A- og B-venjarapróvnum

2. Páskadag skipaði Tórshavnar Súkklufelag aftur fyri súkklukapping. Hesa ferð í Einkultstarti. Teinurin gekk frá Auto Service, eftir Oyggjarvegnum og niðan á Sornfelli. Ein teinur á góðar 17 kilometrar

Tórshavnar Súkklufelag fer í næstum at skipa fyri felagssúkling fyri øll. Øll eru vælkomin, ung sum eldri, roynd sum óroynd

Um páskirnar hevur íðkaranevndin havt sín fyrsta fund. Á myndini eru limirnir í íðkaranevndini saman við ÍSF forsetanum Elini Heðinsdóttir Joensen

Vísindalig gransking hevur alstóran týdning fyri framburð eisini í fótbólti, men nógv meira verður granskað í monnum enn kvinnum, sigur Magni Mohr, professari, sum er gestaritstjóri á vísindaligum serriti um úrvalskvinnufótbólt

Tað var sera javnt, tá seinastu metrarnir skuldu koyrast niðan á Eiðisskarð. So javn, at vinnarin hjá kvinnum og monnum komu um málstrikuna í sama sekundi

Ikki færri enn 42 mál blivu skoraði í teimum átta dystunum í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Øll málini síggjast í FSF Varpinum

Triðja árið á rað er 24 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen føroyameistari í talvi

- Áðrenn Hilda flutti niður at lesa í 2021, hevði hon spælt fimm ár í meistaradeildini hjá Fleyr

Hesa vikuna er føroyski landsliðshópurin í frælsum ítrótti á venjingarlegu hjá Sólorku í Spania

Seinasta vikuskifti var fyrsta umfar í FM í dart. Fríggjakvøldið spældu tey undir 18 ár og har vóru 6 luttakarar við

Runt alt landið gingu og runnu okkurt um 300 rennarar í góðveðrinum í gjár. Føroyar renna er rørslutiltak, sum ítróttafelagið Bragdið og Tórshavnar kommuna skipar fyri

Nú tað bert mangla tvey umfør av ársins FM-kapping í talvi, er tað greitt, at tað nú bert eru tveir telvarar, sum hava møguleika at vinna føroyameistaraheitið hjá teimum vaksnu

Í farna mánað var Terji Nielsen til endaligu próvtøkuna, og hevur nú tikið prógv sum “Trygdarovasti A+”

Høgni Egilstoft Nielsen er nú einsamallur á odda í FM-kappingini í talvi, sum í hesum døgum verður telvað á Eiði

Venjarin hjá U17-landsliðnum við dreingjum, Eyðun Klakstein hevur úttikið 20 spælarar til UEFA menningarkapping, sum verður í Estlandi mánaðarskifti apríl-mai

Kappingin er at kalla skrædnað í helvt í landsliðsbólkinum, eftir at 3. umfar hevur verið á skránni í dag

Nú tvey umfør eru telvað av føroyameistarakappingini í talvi, eru tað Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol, sum hava lagt seg á odda í landsliðsbólkinum

Leygarkvøldið var gallaveitsla í bygdarhúsinum í Kollafirði, har ársins bestu flogbóltsleikarar vóru avdúkaðir. Tað eru venjarar og liðformenn á liðunum í Føroya Tele-deildunum, sum hava valt

Føroyska U16-landsliðið við gentum megnaði at venda einum hóttandi stórtapi til sigur, tá tær í seinasta dystinum í UEFA menningarkappingini vunnu samanlagt 8-7 á Norðurmakedónia

Hóast talan gjørdist um greiðan sigur til Norðurírland, var talan um eitt góðkent liðavrik hjá føroysku gentunum

Stephan Petursson, Georg Nolsøe Rasmussen og Jóhan Petur Michelsen hava fingið prógv sum dómaraeygleiðarar

Fyrstu leikirnir vórðu í dag fluttir við 51. føroyameistarakappingina í talvi, sum í hesum døgum verður hildin á Eiði

Fyrrapartin var Kim Engstrøm, venjari hjá besta mansliðinum hjá HB, á vitjan hjá borgarstjóranum í Havn

Føroyska U16-landsliðið við gentum spældi hósdagin annan dystin í menningarkappingini í Bosnia-Hersigovina. Og sjálvt um tað endaði við teprum 1-0 sigri til heimagenturnar, so var talan um eitt framúr føroyskt avrik

Øll málini í 1. umfari í Løgmamssteypinum 2022

Tað eru Ítróttafelagið Bragdið og Tórshavnar kommuna, sum skipa fyri stóra rennitiltakinum, tá fólk kring allar Føroyar renna

Føroyska U16-landsliðið við gentum spældi týsdagin fyrsta av trimum dystum í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er í Bosnia-Hersigovina. Mótstøðuliðið var Slovenia, sum vann 1-0

SÍ vann seinnu finaluna ímóti Fleyr, men tá alt skuldi avgerast við gullsetti, vóru havnakvinnurnar stinnari og fóru avstað við gullinum

Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya hava í dag endurnýggjað stuðulsavtaluna sínámillum, so at Atlantic framhaldandi er høvuðsstuðul SSF

FM í einmansleiki 2022 bleiv fyriskipað í Klaksvík leygardagin 26. mars 2022, har leikarar kappaðust í aldursbólkunum U9, U11, U13, U15 og U17. Her eru myndir av FM vinnarunum í einmansleiki í 2022

Nú altjóða talvsambandið FIDE hevur kunngjørt nýggjasta styrkilistan fyri apríl 2002, kunnu føroyingar bretta sær á

Um vikuskiftið vóru síðstu dystirnir leiktir í grundspælinum í Trygd-kappingunum hjá kvinnum og monnum

Undan dystinum á Svangaskarði millum B68 og HB, varð Stefan Radosavljevic heiðraður fyri góðu avrikini í Betri Deildini í mars mánað

Farna vikuskifti varð skipað fyri FSF B- og FSF C-dómaraskeiðum. Tilsamans 19 luttakarar vóru á báðum skeiðunum

Í dag verða føroyameistaraheitini í Føroya Tele-deildini í flogbólti avgjørd, tá kvinnurnar hjá Fleyr møta SÍ, og menninir hjá Mjølni møta ÍF

Nógv fólk møttu til stuðulstiltakið í høllini á Skála í gjárkvøldi 31. mars, sum kvinnuliðið og mansliðið hjá StÍF skipaðu fyri. Inn komu tilsamans yvir 50.000 krónur

- Ein nýggjur bólkur er lagdur afturat kappingini. Tað er 1. bólkur, sum er ein bólkur við 8 teimum næst sterkastu telvarunum, sum verða við í kappingini