Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

A-landsliðið við monnum skal komandi dagarnar spæla fyrstu dystirnar í undankappingini til HM 2022. Hósdagin í Moldova, sunnudagin í Eysturríki, og mikudagin í næstu viku í Skotlandi

Hósdagin 25. mars 2021 eru 75 ár síðani Fuglafjarðar Ítróttarfelag varð stovnað. Dagurin verður hildin á vøllinum í Fløtugerði hósdagin frá klokkan 16:30 – 18:30

Tølini hjá InStat fyri fyrstu trý umførini tala greitt, at TB, ið einki stig hevur fingið, hevur stórar trupulleikar á kropsliga partinum. Á øllum hesum økjum er TB aftast, skrivar Bolt.fo

Um vikuskiftið hava FLOT, Reysti og Fuglafjarðar Svimjifelag kappast í Klaksvík. Her eru nakrar myndir frá kappingini

U19-landsliðið við dreingjum hevur fingið nýggjan venjara. Talan er um Sigfríður Skaale Clementsen, ið avloysir Áka Johansen

Sámal Erik Hentze og Atli Gregersen hava sent boð eftir 23 spælarum á venjingarlegu í døgunum 24. til 27. mars

Leygardagin 13. mars var ToppRoss innandura kapping í fjórðgongd og sunnudagin 14. mars var ungdómshestacup fyri børn og ung. Tiltøkini vóru bæði í Tølthøllini í Havnardali

Føroyski spælarin í norska Sandnes ULF, Ári Mohr Jónsson er úttikin til landsdystirnar móti Moldova, Eysturríki og Skotlandi

Í gjár spældi besta mansliðið hjá KÍ sín fyrsta heimadyst í hesum kappingarárinum. Samstundis varð nýggja skýlið, vanliga rópt Bláa skýlið, tikið alment í nýtslu

Landsdysturin í Havn endaði 26-25 eftir at Føroyar vóru í hølunum á Ukraina tað mesta av dystinum

Hetta er aðruferð skipað verður fyri FM

Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini vóru leiktar í Norðurlandahúsinum leygardagin

Vágamenn eru aftur á ovastu rók í føroyskari telving

Eitt sett tryggjar Drátti finalupláss – tvey skot eru í byrsuni. Dráttur - SÍ, MK - í Flogbóltsvarpinum leygardagin kl. 14.00

Fyrrapartin var ein lítil samkoma í Badmintonhøllini í Gundadali, nú 40 ár eru liðin, síðani Badmintonsamband Føroya varð sett á stovn

Bakkafrost heldur fram sum høvuðsstuðul hjá A-landsliðnum við monnum. Nýggja avtalan millum FSF og Bakkafrost er galdandi næstu fýra árini

StÍF hevur gjørt sáttmála við Borce Markovski fyri komandi kappingarár

Nú er greitt, hvørjum U17- og U19-landsliðini við gentum skulu spæla ímóti í komandi EM-undankappingum, sum verða í heyst

Í dag varð avtala undirskrivað við Norðhús soleiðis, at fleiri ákoðarapláss kunnu gerast við eystaru síðu við Djúpumýru. Hetta arbeiðið er seinasti liður í at fáa vøllin endiliga góðkendan til altjóða dystir

Vikuskiftið 20. og 21. mars verður sjøtul settur á landskappingina hjá kvinnum. Og longu í fyrsta umfari møtast nummar 1 og 2 frá farna kappingarári, KÍ og NSÍ við Djúpumýru í Klaksvík

- Vit heita staðiliga á landsstýrið um at lata ítróttinum ein hjálparpakka, so virksemið kring landið kann halda fram ótarnað, sigur Elin H. Joensen, ÍSF forseti

Klokkan 10 fyrrapartin mánadagin verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum, í samband við at Håkan Ericson fer at kunngera hópin til næstu HM-undankappingardystirnar hjá monnum

Fyrsta av 8 undankappingum til FM 2021 var í høllini á Skála leygardagin. 58 menn og 8 kvinnur vóru møtt upp til kappingina

Greipuvinnararnir KÍ og avbjóðararnir NSÍ bresta saman í dystinum um Stórsteypið hjá Lions leygardagin

Felagið hevur innrættað tvey hølir við graslíki á gólvinum, sum kunnu nýtast til ymiskar venjingar og onnur frítíðar ítrív

Safari Transport og Kurvabóltsfelagið Sporðdrekin hava gjørt tvey ára avtalu, ið hevur við sær at Safari verður høvuðsstuðul hjá kvinnu- og u-21 liðunum hjá Sporðdrekanum

Leygardagin 6. mars var ToppRoss ungdómshestacup fyri børn og ung hjá Føroyskum Íslandsrossafelagi í Tølthøllini í Havnardali

Ólavur Frederiksen var við myndatólinum í Páls Høll um vikuskiftið

Bogaskjótifelagið Vágaskot skipaði fyri kapping á 18 metra frástøðu í dag

Á aðalfundi í Havnar Tennisfelag 22. februar takkaði Julian Johansen, formaður felagsins, fyri seg og tók seg úr nevndini

Droppa samstundis prentaðu útgávuna

Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini verða leiktar í Norðurlandahúsinum næsta leygardag

Árliga Fótbóltsblaðið hjá FSF, ið hesaferð telur 88 blaðsíður, er útkomið, og fæst ókeypis í øllum EFFO-støðunum kring landið

Í samráð við Koronaráðgevingina, hevur Fótbóltssamband Føroya orðað nakrar leiðreglur í samband við at loyva áskoðarum til dystir í Betri Deildini hjá monnum

Umframt nógvan vind og glaðurok í Kaldbaksbotni, so endaði kappingin við einum braki, tá ein av luttakarunum rendi á seyð, sum knappliga stóð mitt á vegnum

Í dag settust tveir stórmeistarar yvirav hvør øðrum í einum dysti millum tvey lið í føroysku landskappingini. Tað er ikki hent fyrr

MU: SÍ – Fleyr, 0 – 2 (15 – 25 og 23 – 25)

KU: SÍ – Fleyr, 2 – 0 (25 – 21 og 25 – 23)

G 16: SÍ – Fleyr, 2 – 0 (25 – 21 og 25 – 23)

D 17: SÍ – Fleyr, 2 – 0 (25 – 20 og 25 – 22)

MM: ÍF – Mjølnir, 3 – 2 (21 – 25, 25-21, 25-22, 19-25 og 15 - 12)

MK: Dráttur – SÍ, 2 – 3 (8 – 25, 25-22, 25-22, 15-25 og 12 - 15)

B 71 var í dag í síni fyrstu steypafinalu í flogbólti, men hóast tær vóru á odda eitt skifti í 2. setti, so megnaðu tær ikki at vinna sett í dag, men taptu 2-0 móti Mjølni

Fyrsta finalan gjørdist ein spennand 3-settari millum G 12 hjá Mjølni og Drátti, sum endaði við at Mjølnir vann 2-1

Steypafinalurnar í Meistaradeildini verða vístar beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya

Tað var eingin slingur í valsinum, tá ÍF smurdi SÍ av í hálvfinaluni hjá monnum. Mjølnir vann eisini tryggan sigur á Fleyr, men kortini eru tað fuglfirðingar sum tykjast hava sterkastu kortini á hondini í finaluni móti klaksvíkingum

Tað vera Dráttur og SÍ, sum skulu kappast um steypið hjá kvinnunum, og skal málast eftir úrslitunum í landskappingini, so eru tað sørvágskvinnur, sum hava sterkastu kortini á hondini. Tað høvdu tær eisini í fjør, tá tær eisini vunnu

Steypafinalurnar í ár verða serligar. Tíverri verður tað avmarkað, hvussu nógv fólk kunnu koma inn at hyggja

Tað gongur fyri seg í einum talgildum heimi har platformurin, ið verður brúktur eitur Zwift

Lagið er gott í Mjølnir leguni undan steypafinaluni leygardagin. Í kvøld vunnu menninir á Fleyr, har allir fingu fitt av spælitíð