Fótbóltssambandið: Sølan av atgongumerkjum til finaluna um Løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 19, gongur framvegis væl, og seinnapartin hósdagin var talið av seldum atgongumerkjum komið upp á næstan 3.400.
Hetta merkir millum annað, at langsíðan (eystursíðan), sum er undir ítróttarhøllina á Nabb, er nærum útseld. Millum HB fjeppararnar eru okkurt um 30 atgongumerki eftir, meðan eini 50 atgongumerki eru eftir millum B36 fjeppararnar.
Men hóast langsíðan er nærum útseld, ber sjálvandi til at fáa atgongumerki til steypafinaluna leygarkvøldið. Í fyrstu atløgu eru bólkarnir 109 til 113 latnir upp fyri sølu, og um neyðugt, verða fleiri bólkar opnaðir sum frálíður.
Á Tórsvølli er pláss fyri umleið 5.200 áskoðarum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo