Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssamband Føroya: Tað grør um gangandi fót hjá Ternuni á Toftum, sum í vikuni kunngjørdi, at limatalið er metstórt. Og í gjárkvøldið var um reppið, at Ternan eisini fekk sítt fyrsta stig í kappingini í ár, men fjórða settið koppaði akkurát til ÍF, eftir at Ternan hevði vunnið fyrsta sett.

Fyrsta settið var eisini fyrsta settið, Ternan yvirhøvur hevur vunnið í ár, og eisini tað fyrsta síðani á grækarismessu í 2023, tá Ternan vann 3-2 á júst ÍF.

Hóast fyrsta settið var ógvuliga javnt, so kom Ternan fyrstu ferð framum, tá støðan gjørdist 26-25. Frammanundan hevði ÍF havt tveir settbóltar.

ÍF setti seg tungt á annað og triðja sett, sum vórðu vunnin sannførandi 25-17 og 25-16, áðrenn Ternan svaraði aftur í fjórða setti. Tvær ferðir var Ternan á odda við fýra stigum, 12-8 og 14-10, men ÍF javnaði til 14-14 og fór framum 19-16 og 23-19. Ternan gav tó ikki skarvin yvir og bardi seg upp á 24-24 við blokki á smassjið frá Vukasin Nedeljkovic, eftir at hava yvirlivað tveir dystarbóltar. Men tað var kortini til fánýtis, tí við einari “vørumerkjaatgerð” frammi við netið skaffaði Oleksandr Dmytriev ÍF nýggjan dystarbólt, og vánaligu hevingina hjá Ternuni revsaði Teitur Eliasen við at smella bóltin í gólvið til 26-24 til ÍF.
Harvið tók ÍF øll trý stigini og kemur samanlagt upp á sjey, meðan Ternan verður standandi við ongum stigi.

Støðan í Polestar-deildini:

Nr.

Lið

Dystir

Settmunur

Stig

1

Mjølnir

6

8

14

2

5

8

12

3

Fleyr

6

2

9

4

ÍF

5

-1

7

5

Ternan

6

-17

0


----------
Mynd: ÍF

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo