Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FBF/NEVZA U19, kvinnur: Føroyar – Noreg 0-3 (14-25, 19-25, 18-25)

Í morgun kl. 10 spældu føroysku U19 flogbóltskvinnurnar sín fyrsta dyst í NEVZA-kappingini, sum í hesum døgum er í Høllini á Hálsi.  Stundum bjóðaðu Føroyar Noregi av, men óstøðugt spæl í ov longum løtum kostaði í síðsta enda ov nógv.

Eftir at hava lagt seg á odda 2-0 í fyrsta setti, gingu Føroyar átta stig aftur eftir hæli, so støðan gjørdist 2-8. Leikbrá hjálpti tó, og Føroyar otaðu seg nærri og nærri aftur og megnaðu at javna til 13-13. Men so kom stígur í, og Føroyar vunnu bert eittans stigið aftrat og taptu 25-14.

Ringa gongdin helt á í øðrum setti, og Noreg fór framum 7-1. Føroyar fótaðu sær tó aftur og minkaðu um munin til 6-8, men gleðin var stokkut, tí við sjey stigum á rað dró Noreg frá aftur og vann settið 25-19.

Leingi fylgdu Føroyar við í triðja setti og vóru eisini á odda 5-2 og 10-9, men eftir 16-15 til Noreg øktist munurin upp í 15-19, áðrenn Noreg vann 25-18.

Seinni í dag, kl. 15, spæla Føroyar seinna dystin í bólkaspælinum, sum er ímóti Danmark.

Kl. 13 í dag spæla føroysku U19 menninir ímóti Svøríki.

Dystirnir verða stroymdir á https://sg.tv.fo/ras

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo