Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Rúni Gaardbo telist millum royndastu dómararnar í føroyskum fótbólti - Mynd: Álvur Haraldsen

Rúni Gaardbo telist millum royndastu dómararnar í føroyskum fótbólti - Mynd: Álvur Haraldsen

Rúni Gaardbo telist millum royndastu dómararnar í føroyskum fótbólti - Mynd: Álvur Haraldsen

FSF: Rúni Gaardbo, Jógvan Breckmann, Emil Sørensen, og Jóhan Hendrik Ellefsen, ið verður 4. dómara, verða menninir, ið skulu leiða finaluna um Løgmanssteypið 2024, sum verður á Tórsvølli leygardagin 2. november klokkan 19:00.

46 ára gamli toftamaðurin, Rúni Gaardbo, verður maðurin við floytuni, meðan Jógvan Breckmann og Emil Sørensen verða á síðulinjunum. Dómaraeygleiðari til finaluna verður Petur Reinert.

Talan er annars um tvey feløg við rættuliga ymiskum steypahagtølum, sum í ár møtast í finaluni. Síðani 1955 hevur HB vunnið steypafinaluna hjá monnum 29 ferðir, meðan B36 hevur vunnið finaluna sjey ferðir.

Atgongumerki til finaluna um Løgmanssteypið 2024 fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo