FSF: Eyðun Klakstein og Atli Gregersen, ið fyribils hava staðið á odda fyri føroyska manslandsliðnum, rukku málinum. Kortini vóru menn vónbrotnir aftaná tapi fyri Norðurmakedónia. Tí við einum sigri – og sum úrslitið millum Lettland og Armenia bleiv, hevði javnleikur eisini verið nóg mikið – kundu Føroyar spælt seg til rættin um at flyta upp í deild B.
Men tá avtornaði endaðu Føroyar á triðja plássi í bólkinum, meðan Armenia bleiv nummar tvey og fór avstað við play-off plássinum.
Á Todor Proeski leikvøllinum tíðliga seinnapartin vóru Norðurmakedónar omaná fyrstu løtuni, men føroyska liðið fótaði sær væl og kom til onkran góðan málmøguleika. Til tíðir var spælið eisini meira á hálvuni hjá vertunum enn hjá okkum, men tá liðini fóru at hvíla seg, var framvegis málleyst.
Í seinna hálvleiki gekk eisini javnt á, men tá ein stórur tími var spældur eydnaðist heimamonnunum at koma á odda. Bojan Miovski gjørdist leysur móti Bárði á Reynatrøð, og trygt setti norðurmakedónin bóltin í netið, og so var 1-0.
Eftir hetta skuldi føroyska liðið hava mál, fyri at halda lív í dreyminum um at vinna seg upp í deild B. Hetta sást eisini aftur á vøllinum. Okkara menn settu seg alt meir á dystin, og løgdu trýst á heimaliðið, men tíverri, so bleiv tað bara til líka við og næstan, og tá týski dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð stóð framvegis 1-0 á risastóru máltalvuni Todor Proeski leikvøllinum í Skopje.
Málið um at sleppa undan niðurflyting er rokkið, men av tí at Armenia vann 2-1 á Lettlandi, so verða tað armenar, sum skulu spæla play-off upp at flyta upp í deild B.
Norðurmakedónia vann bólkin við 16 stigum. Armenia fekk sjey stig, Føroyar fingu seks stig, meðan Lettland endaði aftast við fýra stigum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo