Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðan Eydnudeild bleiv sett á stovn í mars 2018, er deildin vaksin. Nú - 5 ár seinni - hevur Eydnudeild ikki færri enn 3 hondbóltslið í Føroyum

Sunnudagin byrjar fótbóltsárið av álvara við stórsteypadystinum hjá monnum, sum verður millum føroyameistararnar úr KÍ og steypavinnararnar úr Víkingi

 

21 kropsligir venjarar tóku lut, tá FSF farna sunnudag skipaði fyri áhugaverdum tiltaki, har ljós varð varpað á styrkisvenjing í fótbólti

Leygardagin var árliga Ringríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag í Reiðhøllini í Havnardali. Hetta er gamalt afturvendandi tiltak, har reiðfólk við einum bambuspinni, skula raka í ein ring ið hongur á gott tveir metra hædd

Fyri fimtu ferð á rað verður Mjølnir partur av steypafinaluni hjá monnum, har teir skulu spæla ímoti SÍ, sum vann 3-2 á Fleyr í hinari hálvfinaluni

Lagið í Sørvági er avbera gott í kvøld eftir at bæði mennir og kvinnurnar hava spælt eg steypafinalurnar

- SÍ hevur spælt seg í sína fimtu steypafinalu á rað, men tað var um hár gjørt, at tað ikki heldur gjørdist TB, sum var frammanfyri 7-3 í javnbrótaranum, men SÍ kom afturíaftur og vann 15-12

Eftir tryggan 3-0 sigur á Ternuni hava kvinnurnar hjá Fleyr spælt seg í steypafinaluna í flogbólti

Á aðalfundinum hjá FSF eru teir tríggir sessirnir nú mannaðir í Starvsnevndini

Leygardagin verða hálvfinalurnar í steypakappingini í flogbólti spældar í Klaksvík, og eftir at kvinnurnar leggja fyri kl. 13 eiga menninir tørn frá kl. 17

Leygardagin verða hálvfinalurnar í steypkakappingini í flogbólti spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík

Leygardagin 11. februar vóru Badmintonhøllin og KÍ-høllin í Klaksvík karmur um FM fyri lið. Tilsamans høvdu 14 lið úr HBF og KBF meldað til kappingina

Nýggj gransking vísir, at fótbóltsvenjing varðveitir almennu heilsuna í aldurdóminum og útsetur møguliga eisini lívfrøðiliga aldring

Føroya Tele-deildin, kvinnur: Fleyr – KÍF 3-2 (22-25, 19-25, 25-15, 25-17, 15-12)

Leygardagin 18. februar klokkan 13:00 verður árligi aðalfundurin hjá FSF. Á skránni er millum annað val til starvsnevndina

Í dag hava Norðoya Sparikassi og Havnar Fimleikafelag undirskrivað avtalu um at halda fram við samstarvinum

- Nýggja ítróttarhøllin fer at gera umstøðurnar hjá hondbóltsfelagnum StÍF munandi betri, tí høllin á Skála er so nógv upptikin, at hon rúmar ikki tørvinum, ið er á venjing í løtuni

St.Í.F. hevur tikið stig til at senda neyðhjálp til fólkini í teimum hart raktu økjunum í Turkalandi

Fýra lyftarir frá Stoyt luttóku til kapping í Danmark um vikuskiftið, og tríggir teirra komu heim við heiðursmerkjum um hálsin

Leygarkvøldið 04. februar var Norðurlandahúsið karmur um ÍtróttaFAGNAÐIN, sum ÍSF skipaði fyri á fimta sinni

At dysturin skuldi gerast tann drúgvasti í ár og vara ikki minni enn 2 tímar og 16 minuttir, grunaði neyvan nakar, tá KÍF hevði lagt seg á odda 7-1 og 17-10 í fyrsta setti

Tey, ið vórðu tilnevnd og heiðrað, eru bæði úrmælingar innan sína ítróttargrein, og fólk, ið eru savnandi og mennandi fyri lokala ítróttarlívið

Leygardagin verða finalurnar í donsku steypakappingunum leiktar í Århus, og í bæði mans- og kvinnufinaluni eru føroyingar á liðunum

- Í morgun fór eitt ferðalag á 69 fólk, harav 41 ungir badmintonleikarar til Íslands at taka lut í Reykjavík International Games (RIG). Spælt verður í U13, U15, U17 og U19

Sum liður í fyrireikingum til Oyggjaleikirnar í summar fer føroyska tennislandsliðið hjá monnum til Íslands í næstum at spæla landsdyst ímóti Íslandi

FSF hevur gjørt avtalu við norska fótbóltssambandið, at Noreg og Føroyar møtast í venjingardysti á Ullevaal Stadion í Oslo hósdagin 16. november

Á fundi 1. februar tók Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, við sum verji fyri Parasport Føroyar. Hetta merkir m.a. at landsstýriskvinnan umboðar Føroyar í viðurskiftum, sum viðvíkja paraítrótti

- Stutt eftir, at avtalan millum Runavíkar kommunu og Kanjon um bygging av svimjihøll varð undirskrivað 27.10.22, fór Kanjon í gongd við arbeiðið, sum er mett at taka góð tvey ár

Skalt tú hava spenning í Føroya Tele-deildini, so skalt tú hyggja tá SÍ spælir, tí fyri triðju ferð í ár gjørdist talan um 5-settara hjá SÍ, tá teir í kvøld tóku ímóti ÍF í Sørvági

Eftir samanleggingina millum fótbóltsfeløgini FC Hoyvík og Undrið FF, skiftir felagið samleika og fær nýtt búmerki

Nú er greitt, hvørjum føroyska U21-landsliðið skal spæla ímóti í komandi EM-undankapping. Føroyar komu í bólk G, saman við Portugal, Kroatia, Grikkalandi, Hvítarusslandi og Andorra

Norðurlendski meistarin í gongulagsríðing, hondbóltsúrmælingurin av Teigum og krúststerka Kvinnuliðið hjá H71, eru innstillaði

Seinni parturin av B3-venjaraskeiðnum varð um vikuskiftið á Toftum, og tá skeiðið endaði fingu 20 luttakarar prógv

Fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki hevur verið í høllini á Hálsi í Havn

Risa ítróttartiltak er í Reykjavík um vikuskiftið. Millum luttakandi liðini er føroyskt landslið

Leygardagin 28. januar verður fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í Havn

Hóast Áslakur Holm og VK Vestsjælland taptu 3-0 fyri Gentofte seinasta leygardag, varð Áslakur valdur á Dreaymaliðið (Dream Team) sum hevari í bestu donsku flogbóltsdeildini fyri menn

”Heldur eitt ringhorn enn eitt gøtuhorn” hjá Tórshavn Boksing, “Special Olympics fótbóltsliðið” hjá Havnar Bóltfelag og “Felagsliðið hjá Støkk” hjá fimleikafelagnum Støkk

Býráðið samtykti í dag sambært avtalu við FSF at játta helmingin av kostnaðinum fyri nýggja ljósskipan á Tórsvølli, sum er við at ganga fyri og ikki longur lýkur ásettu krøvini

Í samband við dystirnar móti Moldova og Norðurmakedónia, sum verða í mars mánað, skipar FSF fyri serstøkum landsliðstúri fyri áskoðarar

Farna vikuskifti varð skipað fyri instruktørskeiði í FSF húsinum. Frá hósdegnum, og allan fríggjadagin og leygardagin vóru tey, sum undirvísa á venjaraskeiðum hjá FSF, á skúlabonki

ÍF vann í kvøld sannførandi á Fleyr, sum ikki tók av møguleikanum at fáa fyrstaplásssið í bólkinum og harvið møta nr. 4 í hálvfinaluni

- Tað styttist við einum hálvum stigi millum oddaliðini Sandavág og Havnina í fremstu deildini í landskappingini í talvi sunnudagin

Everton er sett til sølu av Farhad Moshiri, sum vil hava boð yvir 500 milliónir pund fyri Premier Leagu felagið

Leygardagin verður ársins fyrsta opna FM kapping í dart. Kappast verður á ovari hæddini í ítróttarhøllini á Skála

Víkingur, Royn og H71 eru í uppskoti til viðurslønina ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2022, sum verður latin á ÍtróttaFAGNAÐINUM í Norðurlandahúsinum tann 4. februar

- Ætlanin er at útboð skulu fara fram til várs og at ljósskipanin er liðug at taka í nýtslu fram móti heystinum. Málið kemur fyri býráðið hóskvøldið

- Føroyski stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska, stóð seg væl í almennu EM-kappingini í kviktalvi í Katowice í Póllandi stutt undan jólum

Á Toftum draga tey í Ternuni endiliga andan lættari, eftir at hava sitið á pínubonkinum síðani mikukvøldið, tá Ternan tapti 3-0 fyri SÍ. Tað merkti, at Ternan misti plássið í hálvfinaluni, um Mjølnir megnaði at vinna bara eitt sett ímóti SÍ í Sørvági í dag

Steypakappingin, menn: Mjølnir – SÍ 3-0 (25-20, 28-26, 27-25)