Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Jólatrøini í Sørvágs kommunu verða tendrað 25. november 2016

Atløgusíða og bakkaverja skulu gera tað tryggari hjá ferðafólki, sum vitja í Mykinesi. Kostnaðurin er mettur til hálvaaðru milliónir krónur, skrivar Kringvarpið

- Í fjør vóru um 90 barnaverndarmál í Vágum, men hetta talið er nakað minni í ár, um 80 í ár, sigur leiðarin á barnaverndarøkinum í Vágum

Google-bilurin, sum avmyndar Føroyar, er nú í Vágum

- Kommunurnar í Vágum vilja hervið harðliga mótmæla, at ætlanin er at skerja løgregluna í Vágum. Heldur eigur at vera økt um styrkina her vesturi

Áðrenn Vágatunnilin kom vóru tað sjey løgreglumenn í Vágum, men frá 6. februar, tá ið nýggi reformurin verður settur í verk, verða tað bert tveir løgreglumenn í Vágum

Í sambandi við at Sandavágs Kirkja verður 100 ár komandi ár, eftirlýsa áhugaðar røddir myndir av kirkjuni undir bygging í 1916 og 1917 og árini eftir tað

Vága kommuna hevur gjørt avtalu við donsku fyritøkuna Via Trafik um at gera ferðslutrygdarætlanina og er tað arbeiðið byrjað

- Klokkan 10. minuttir í sjey, gekk spádómurin út. Tað rak í súpanarpottinum, kaldar øl stóðu á borðinum, gittarin var stemmaður, men bróstaviðurin var farin at sveitta, tí fólk stóðu sum seiður í nót inni í húsinum í Beitinum

Mikudagin 16. november kl 17.30 verður barna- og familjuguðstænasta í Bíggjar kirkju

Útlendskir miðlar hava mangan ferðafrásagnir úr Føroyum. Flestu hava tað í felag, at tann ið skrivar hevur havt góðar upplivingar her. Og ofta er okkurt, sum serliga verður tikið fram

Talan er ikki um eitt norðurlendskt flogfelag, sum nú hevur víst Føroyum áhuga og hevur ætlanir um at flúgva rutu hendavegin

Fyri veður lendi RC415 úr Edinburg ikki í kvøld 14 nov. Flogfarið fór til Bergen og fer haðani sum RC1415 í morgin, týsdagin 15. november, kl. 10:30. Tað væntast at lenda í Vágum kl 10:50

Í kvøld eru tríggir kommunustýrislimir á Lista A og ein á Lista B vorðnir samdir um at Aimé Jacobsen verður nýggi borgarstjórin í Sørvágs kommunu. Anna Sofía Nordendal verður varaborgarstjóri

Tann árliga november AB konsertin verður í ár í Marghøllini í Sørvágs Skúla komandi týskvøld, 15. november kl. 1930

Atlantic Airways og Visit Tórshavn hava gjørt avtalu um tyrluflúgving fyri ferðafólk. Talan er um eina royndarverkætlan fyribils galdandi til endan av 2017

Í tilfarinum sum SAS brúkar til at kunna um nýggju rutuna í mars 2017, verður sagt, at SAS fer at flúgva millum Keypmannahavn og Tórshavn, men Atlantic flýgur eisini til Tórshavn

TB-kapping í flogbólti fyri ungdómsdeildir var í gjár, har SÍ vann 4 gull og ÍF vann 1 gull. Í dag er kidsvolly

Fyri veður er RC459 í kvøld, 11. november, úr Keypmannahavn til Vágar, avlýstur

Man nøkur onnur bygd hava fostrað so nógv fólk, sum hava lagt so sjónskar slóðir eftir seg í føroyskari mentasøgu sum Miðvágur? Tað verður so javnan víst til avrikini hjá Svabo og Mikkjali og Rasmussi. Hesi avrikini, sum hava so varandi virði

Magda Guttesen hevur framsýning í november á Listavegginum hjá Eik í Miðvági

Samstarvsavtala er gjørd millum Nýggja listan og Borgaralistan. Eyðdis Hartman Niclasen verður borgarstjóri og Rósa Samuelsen verður varaborgarstjóri

Sum VP skilur eru tað fýra sum bjóða seg fram at gerast borgarstjóri í Vága kommunu. Listin hjá borgarstjóranum, Borgaralistin, verður ikki við í nýggju samgonguni sum er millum Trivnaðarlistan og Nýggja Listan

- Veljarar í Vága kommunu sótu og bíðaðu spentir eftir valúrslitinum, men tað kom ongantíð á skíggjan í valsendingini hjá Kringvarpinum í gjárkvøldið

Aimé Jacobsen fekk flestar atkvøður á Lista A í Sørvágs kommunu, og tí fekk hon eisini í boði at gerast borgarstjóri í Sørvágs kommunu. Men hon fer at boða frá hvat hon ger við tað tilboðið seinnapartin í dag, sigur hon við VP

Øllum tykkum 48 sum valdu meg til kommunuvalið í Vága kommunu, takkið eg hjartaliga

4. umfar í FM-kappingini í dart var í Miðvági 5. november. 28 menn og 7 kvinnur vóru við í kappingini

Fýra umboð eru til Nýggja listan, Lista V og fýra umboð til lista C í Vága kommunu, meðan listi B fekk trý umboð hesaferð. Rósa Samuelsen fekk flestar atkvøður

Listi A fekk 4 limir og Listi B fekk 3 limir á valinum í Sørvágs kommunu, og Aimé Jacobsen gjørdist toppskorari á Lista A við 61 atkvøðum. Nú eru 4 kvinnur og 3 menn kommunustýrislimir í Sørvágs kommunu

Tá eru atkvøðuirnar ikki taldar við í Mykinesi, men bara fyri Sørvág, Bø og Gásadal. Á seinasta kommunuvali høvdu 414 atkvøtt somu tíð, beint fyri klokkan 18

Íverksetarahúsið hevur fyrr í ár varpað ljós á nýggja møguleikan at stovna íverksetarafeløg í Føroyum við tiltøkum runt landið og nú gongur leiðin til Miðvágs. 9. november skipar Íverksetarahúsið fyri ókeypis tiltaki í Listastovuni í Miðvági

Onnur náttin á rað eru plakatir hjá lista C í Vága kommunu skræddar niður, og aðrar plakatir eru komnar at hanga í teirra stað

- Eitt samfelag er ímyndin av hvussu hond verður tikið um tey veikastu. Tey gomlu í Vágum skulu vera í góðum og tryggum hondum. Tað er sera týdningmikið at gott samstarv er við teirra avvarðandi

- Tá talan er um visiónir, er trupult at fáa hin listan upp á føtur. Men ongin fær skaða visiónum. Heldur ikki dulnevnd

- Um Vága kommuna skal halda áfram at vaksa, so mugu vit syrgja fyri, at vit altíð hava tøk grundstykkir í øllum 3 bygdunum. Afturat hesum skulu vit arbeiða hart fyri at fáa leigu- og lestraríbúðir í Vága kommunu

- Eg fari at heita á teg, at velja tryggleika og nýhugsan á kommunuvalinum i morgin

- Nú nærkast til borgararnir í Vága Kommunu, skulu velja 11 nýggjar býráðslimir, at stýra okkara kommunu tey komandi 4 árini. Vit á Nýgga Lista bjóða okkum fram, at vera við at stýra felagsskapinum Vága Kommuna

- Tað var í tøkum tíma at sitandi borgarstjóri saman við táverandi bygdaráðið tók stig til at nýtímansgera okkara bygdaskúla. Tí ístaðin fyri at lata standa til, kundi ein illa viðlíkahildin skúli verið eitt poltiskt jarnbrot hjá teimum, íð ynskja eina samanlegging

- Talið á kvinnum á valevnislistunum kring landið er tilsamans 35,4%. Í Vágum er kvinnuumboðanin á listunum 32,4%. Hyggja vit at báðum listunum í Sørvágs kommunu, so eru átta kvinnur uppstillaðar, og hetta er góð 38 prosent

- Fíggjarligt skynsemi er vegurin fram, so at vit kunnu gera tað til eina gleði, bæði fyri tey ungu, tey tilkomnu, og eisini okkara gomlu, at vera ein partur av Vága kommunu

- Skal hetta lesarabræv frá Hendrik tulkast sum at Listin ikki er samdur at peika á núverandi borgarstjóra, um so verður at Listi B fær meirilutan?

- Í morgin verður val, og eg vóni, at tað skal bera til at skapa eitt bygdaráð á demokratiskum grundarlagi. At tað ikki skal hava týdning, hvønn tú ert í familju við, ella hvussu nógvar pengar tú eigur

- Eg mátti gera sum Jeppi á Fjallinum og klípa meg sjálvan í armin og spyrja meg sjálvan, um eg droymdi ella um eg var vakin, tá eg las greinina hjá einum av borgarstjórakandidatunum, Thordis Skaalum, á lista A

- Á valfundi í Marghøllini í Sørvági samanbar eg djúpvatnstrolaran Brestir og Sørvágs kommunu. Og tað er tí, at tað ikki er ókent í politikki at samanbera eitt valskeið við ein ella fleiri túrar til skips

- Í Sørvágs kommunu er gott at búgva, og tað skað tað frammhaldandi verða. Hvat er tað sum ger, at borgarin trívist í einari kommunu?

- Mín sannføring er, at framhaldandi snævurskygni, um vit bert hugsa sum ein hálv oyggj, vil seta okkum í verri støðu, enn um vit taka felags tøk um framtíðina. Í samstarvi ella kommunusamanlegging

- Býráðssamtyktin um at broyta innsiglingina í uttara bátahyli gevur bátaeigarum eina tryggari havn. Broytingin sparir samstundis kommununi nógvan pening árliga í viðlíkahaldi av bátabrúgvum

- Á okkara lista er full semja um visiónirnar. Tí hevur tað alstóran týdning at okkara listi fær meirilutan og tekur við leiðsluni komandi fýra árini. Listi A í Sørvágs kommunu. Saman við tær, ein betri heimstað

- Eitt bygdaráð eigur altíð at skipa soleiðis fyri, at bestu treytir eru fyri fólkavøkstri, at vinnulívi fær bestu karmarnar, at borgarin – bæði vaksin og børn, hevur tað gott og kennir seg væl í einum reinum og tryggum umhvørvi

- Gevur tað meining at skilja okkara ungdóm at í Vágum, og tosa um ungdómsleiðara fyri báðar kommunurnar? Nei, men at lata tey verða saman, so tey fáa felags fatan, hvussu tey kunnu menna oynna, tað gevur meining