Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

4. umfar í FM-kappingini í dart var í Miðvági 5. november. 28 menn og 7 kvinnur vóru við í kappingini

B-bólkurin
Eins og undanfarnu kappingar hjá monnum, sást beinanvegin, at nakrir av høgt stykismettu spælarunum høvdu trupulleikar í bólkaspælinum. Bárður Olsen vann bert ein dyst og endaði í B-bólkinum. Jens Albert Simonsen endaði eisini í B-bólkinum eftir umdyst við Jan Erik Fjallstein og Jørgen Meitilberg, ið var við fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið. Júst Bárður og Jens Albert vóru eisini í B-bólkinum í kappingini hjá Havnar Dartfelag, har teir hittust í finaluni. Bárður kom hesaferð uttan truppulleikar í finaluna, har hann møtti Niels Thomsen, ið eisini kom í finaluna uttan at tapa nakað sett í cup. Bárður vann eina væl leikta finalu 4-2. Veteranurin Heri Kallsoy og Paul Nesá fingu bronsu.

A-bólkurin
Í A-bólkinum vóru Petur Thomsen og Remy G. Hansen favorittar. Remy rendi seg tó longu í 1/8finaluni í Una Árting, ið kann geva øllum harða mótstøðu. Og Remy fekk ein harðan dyst, men vann tó 4-2 við góðum spæli. Í ¼ finalunum vunnu Remy og Petur báðir 4-0 móti ávíkavist Jan Erik Fjallstein og Oddfinn Hansen.

Monrad Mouritsen var kanska heldur óvæntað komin í hálvfinaluna, har hann møtti Remy. Monrad hevði onkrar møguleikar at taka fleiri sett, men vann bert tað eina og tí endaði dysturin 4-1 til Remy.

Seinna hálvfinalan var ein sera tættur dystur, har Petur Thomsen møttu sínum liðfelaga av Toftum, Allan við Rætt. Petur kom skjótt framum, Allan kom síðan afturíaftur, men endin var, at Petur vann 4-3. 

Í finaluni hittust sostatt favorittarnir Petur og Remy. Teir báðir venja nógv saman, kenna hvønn annan væl og tí kundi roknast við einum tøttum og vælleiktum dysti, og soleiðis var. Finalan endaði 5-4 til Petur, ið sostatt vann A-bólkin fyri aðru ferð í vetur.

Hjá kvinnunum vóru bert 7 leikarar við. Í fyrru kappingini hittust sandoyardamurnar Annika Joensen og Eyðna Olsen í aðrari hálvfinaluni. Annika vann tætta dystin 3-2. Hin hálvfinalan var millum Joan Edvør Thomasen og Liss á Fjallinum. Joan Edvør vann 3-1. Annika Joensen vann finaluna 3-1 á Joan Edvør.

Menn CUP
Seinna kappingin hjá monnum er cup-dystir allan vegin uttan nakra styrkismeting, og tá spyrjast altíð áhugaverdir dystir burturúr beinanvegin. Til dømis hittust Bárður Olsen og Hans Eivind Olsen longu í 1/16 finaluni, ein sera tættur og væl leiktur 7-settari sum Bárður vann 4-3.

Í 1/8 finaluni var Bárður aftur í einum sera tøttum 7-settara. Hann og Jens Albert Simonsen vunnu øll settini, har teir áttu útleggið. Við 3-3 átti Jens Albert útleggið og hann vann eisini settið og sostatt dystin 4-3.

Í 1/4 finaluni mátti Remy G. Hansen heilt út í 7. sett, áðrenn hann hevði knógvað Jann í Giljum, meðan Uni Árting, Petur Thomsen og Bogi Isaksen vunnu teirra kvartfinalur lutfalsliga trygt.

Í hálvfinaluni vann Uni við sera tryggum lukkingum heili 4-0 á Peturi, meðan Remy aftur mátti spæla øll 7 settini, áðrenn hann vann 4-3 á Boga. Finaluna vann Remy trygt 5-2 móti Una.

Í seinnu kappingini hjá kvinnum hittust sandoyardamurnar Annika og Eyðna aftur í hálvfinaluni.

Hesaferð vann Eyðna 3-1. Í hinari hálvfinaluni hittust møðgurnar Joan Edvør og Gunnbjørg. Joan Edvør vann 3-1. Sostatt var Joan Edvør í finaluni fyri aðru ferð hendan dagin og hesaferð megnaði hon eisini at vinna 3-1 móti Eyðnu Olsen

Kongshavnar Dartfelag skipar fyri næstu kapping, ið verður 19. november.

Úrslit:

Menn A bólkur
1. Petur Thomsen (Tofta Dart)
2. Remy G Hansen (Kongshavn)
3. Monrad Mouritsen (VDF)
3. Allan við Rætt (Tofta Dart)
Hægst útgang: Bogi Isaksen 150
Fæst pílar: Remy G. Hansen 14

Menn B bólkur
1. Bárður Olsen (HDF)
2. Niels Thomsen (HDF)
3. Heri Kallsoy (Strálan)
3. Paul Nesá (Tofta Dart)

Kvinnur (kapping 1)
1. Annika Joensen (Team Sandoy)
2. Joan Edvør Thomasen (VDF)
3. Eydna Olsen (Team Sandoy)
3. Liss á Fjallinum (HDF)
Hægst útgang: Joan Edvør Thomasen 81
Fæst pílar: Eyðna Olsen 26

Menn beinleiðis cup
1. Remy G. Hansen (Kongshavn)
2. Uni Árting (HDF)
3. Bogi Isaksen (KDF)
3. Petur Thomsen (Tofta Dart)
Hægst útgang: Jens Albert Simonsen 109
Fæst pílar: Allan við Rætt 14

Kvinnur (kapping 2)
1. Joan Edvør Thomasen (VDF)
2. Eydna Olsen (Team Sandoy)
3. Gunnbjørg Dam (VDF)
3. Annika Joensen (Team Sandoy)
Hægst útgang: Joan Edvør Thomasen 80
Fæst pílar: Annika Joensen 26

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo