Í kvøld eru tríggir kommunustýrislimir á Lista A og ein á Lista B vorðnir samdir um, at Aimé Jacobsen verður nýggi borgarstjórin í Sørvágs kommunu.
Anna Sofía Nordendal verður varaborgarstjóri.
Teir tríggir kommunustýrislimirnir á Lista A eru Jákup á Stongum, Marna Jacobsen og Aimé Jacobsen, og frá Lista B Anna Sofía Nordendal.
Við hesum verður Aimé Jacobsen so fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í Sørvágs kommunu, og Anna Sofía Nordendal fyrsti kvinnuligi varaborgarstjórin.
Báðar kommunurnar í Vágum hava sostatt kvinnuligan borgarstjóra og varaborgarstjóra.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo