Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Juni mánaðurin í ár er tann besti juni mánaðurin nakrantíð. Ferðafólkini vóru 45.754 í tali. Tað eru heili sjey prosent fleiri enn í juni 2019, tá ferðafólkini vóru 42.743, skrivar KVF

Vegna nógva regnið seinastu dagarnar, hevur nevndin í Vága Ríðingarfelag avgjørt at útseta FM kappríðingina og Føroyaleikir, frá í dag kl 15 til týskvøldið kl 19

Her er leikskráin til dagsins dyst hjá 07 Vestur

Fyri løtu síðani høvdu tvey flogfør bíðað eftir líkindum at seta seg á flogvøllinum í Sørvági, men um 17.50 tíðina setti flogfarið hjá Atlantic Airways seg

Í kvøld klokkan 20 verður summartónakonsert á Fiskastykkinum í Sandavági við lokala trubadurinum Holgari Jacobsen

Tann 1. september 2022 verða prísirnir fyri rutuflúgving við tyrluni tillagaðir soleiðis, at tey, ið ikki hava fastan bústað í Føroyum, skulu rinda meira fyri at flúgva við tyrluni

Í samband við 50 ára dagin, verður hátíðarhald á Ellisheiminum á Sýnini leygardagin 2. juli 2022

Gongugjaldið í Mykinesi argar bæði ferðafólk og ferðavinnuveitarar, skrivar KVF

Millum klokkan 14.30 og 15.30 var Vágatunnilin stongdur av einum ferðsluóhappi, og bíðirøðin av bilum vágamegin gjørdist um hálvanannan kilometur lang

Í kvøld, hóskvøldið 23. juni 2022, var stovnandi aðalfundur í Listastovuni í Miðvági

- Vit hava ment eina streymforðing saman við einum verkfrøðingi, sum fer at gera tað møguligt at ala í Sundinum, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, við VP

Kom við á ferð í føroysku fjøllunum og náttúruni saman við Jens Jákupi Hansen, fotografi í Kringvarpinum. Millum annað eru upptøkur og frágreiðing av Slættanesi

Í morgin eru tað 07 Vestur og AB ið bresta saman

Nú flytingarvindeygað lat upp, er greitt at Marius Hagen úr Noregi og Mads Winther úr Danmark gevast í 07 Vestur

Samstarvið millum Tórshavnar Kvøldskúla og kommunurnar í Vágum ber ávøkst. Rørandi hátíðarløta og gleðisrómur í skúlanum í Sørvági í gjárkvøldið, tá tíggju tilflytarakvinnur í Vágum fingu prógv handað

07 Vestur hevur verið í Næsby og heintað 19-ára gamla Rasmus Juel Knudsen, sum skal styrkja um verjuna til seinnu hálvu

Ferðamannaskipið National Geographic Resolution kom fyrrapartin at liggja út fyri Giljanesi í Vágum

Botnkanningar av firðum hjá Hiddenfjord vísa, at ávirkanina á botnin undir ringunum er sera lítil

Daniel Obbekjær, sum í 2019 og 20 spældi nakrar Superliga-dystir í OB flytir til 07 Vestur, eftir at hava roynt seg í York United FC í bestu kanadisku deildini

Janus Svabo Samuelsen, sum vendi aftur til 07 Vestur í fjør, hevur verið ein av týðningarmestu leikarunum hjá Michael Schjønberg higartil í ár, og hevur nú undirskrivað nýggjan sáttmála

- Vit gleða okkum at bjóða tykkum til Føroya vakrasta aftur. Tað er leygardagin 3. septembur vit renna og ganga úr Gásadali til Sandavágskirkju og í gjøgnum allar bygdirnar í Vágum

Tað var fínasta veður í Sørvági í kvøld á Country Festivalinum inntil Bellamy Brothers komu á pallin, tá fór at regna

Veðrið var ikki av tí besta fríggjakvøldið, oysandi regn, men kortini so hugnaðu fólk sær fyrra kvøldið á Country Festivalinum í Sørvági. Tá Tinganest trein á pallin sleit í

- Eini 500 fólk gista í kampingvognum á Breiðagrasið, tá sørvingarnir í Tinganest og Bellamy Brothers úr Amerika sláa tónan an á Dungasandi um vikuskiftið, segði borgarstjórin Eyð Ellingsgaard millum annað í røðuni, tá hon setti “Country og blues festivalin” í Sørvági

Í dag byrjaði Country & Blues Festivalurin í Sørvági við tiltøkum til tey smáu, millum annað við BUBU og Tinu frá X-Factor

Í dag byrjar Country & Blues Festivalurin í Sørvági við tiltøkum til tey smáu, millum annað við BUBU og Tinu frá X-Factor, og fríggjadagin og leygardagin verður so farið í gongd á Dungapalli og Stakkapalli við country og blues

07 Vestur víðkar nú venjaratoymið, og nýggi maðurin er Rógvi N. Poulsen, sum verður fysiskur venjari hjá Betri Deildin, og elstu ungsdómsliðunum

Í dag fer ves-vognurin sum hevur staðið á Syðradals kaj vestur til Sørvágs í sambandi við Country-festivalin

Væleydnaðir samkirkjudagar vóru í Vágum seinasta vikuskiftið. Vit hava fingið røðuna sum Tórbjørn Jacobsen helt

Um 9-tíðina í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at brotið hevur verið inn í Læknamiðstøðini í Miðvági

Ongi tekin eru um at súlan er fongd við ónormalum deyðstíttleika eins og skúgvurin. Tó eru deyðar súlur sæddar ymsastaðni

So vakur var Trøllukonufingur at sjá í morgun

Í dag gevur Holgar Jacobsen út lagið Blankan sand, ið er nummar níggju í røðini av HJF 568. Ætlanin er at geva øll løgini út á LP, sigur Holgar Jacobsen

Starvsfelagið hevur í dag skrivað undir avtalu við Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum er galdandi fyri sløkkiliðsfólk á Vága Floghavn

Eftir eina ógvuliga slaka byrjan av árinum, meðan omikron framvegis herjaði, fór ferðafólkatalið um Vága Floghavn í mai í ár 7,7% upp um mai mánað í 2019

- Eg var bergtikin! Bergtikin av søguni, av orkuni og tí nærleika ið leikurin hevði

Hiddenfjord hevði tíðindafund fyrrapartin í dag og eftir fundin varð farið ein siglitúr at síggja nýggju lokaðu eindirnar á Sørvágsfirði, ið verða tiknar í brúk fyrstu ferð í Føroyum í komandi viku

Í framtíðini fara Atlantic Airways og Føroyar at gerast ein altjóða miðdepil fyri tyrluvenjingar.

Nýggi sangurin um Dungasand, sum Eiler Østerø hevur yrkt, Jákup Zachariassen sett lag til og Annfinn Sommerson syngur

Í dag hevur Atlantic Airways skipað fyri hátíðarløtu í sambandi við, at 12 starvsfólk hava starvast hjá Atlantic Airways í ávikavist 20, 25 og 30 ár

Mikudagin tann 8. juni klokkan 19 skipar Parkinsonfelagið fyri fundi í Beitishúsinum í Miðvági fyri fólk við parkinson, avvarandi og onnur áhuga

- Endamálið við hesi frágreiðing er at vísa á, hvørja ávirkan okkara virksemi hevur, og hvat vit í Hiddenfjord ítøkiliga gera og ætla at gera fyri at minka um okkara ávirkan á umhvørvið, sigur Atli Gregersen, stjóri

Ria Tórgarð er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og ætlanirnar eru nógvar, skrivar KVF

Í døgunum 26. - 29. mai eru samkirkjudagar í Miðvági, og her eru nakrar myndir frá tiltøkunum

Samkirkjugudstænastan, sum skuldi verða úti Kristi Himmalsferðardag, verður flutt í Miðvágs kirkju

Vága Pensjónistafelag fer komandi mánakvøld 30. mai kl. 19 at skipa fyri kunning á Skúlanum á Giljanesi um hetta fyri limunum

Pf Norðoyatunnilin og Pf Vágatunnilin hava havt ársaðalfund og ársroknskapurin er kunngjørdur

Boðin av føroysku sendistovuni í Íslandi til Føroya komu í dag 20 sendifólk, sum heilt skjótt eftir at tey vóru lend á flogvøllinum fóru at vitja alifyritøkuna Hiddenfjord

Nevndirnar í P/F Vágatunlinum og P/F Norðoyatunlinum hava avgjørt, at frá 1. juni verður prísurin fyri størri akfør yvir 3.500 kg, lækkaðir úr kr. 100 til kr. 50

Arbeiðið at skifta graslíki á fótbóltsvøllinum í Sandavági er byrjað. Graslíki er umhvørvisvinarligt, av slagnum DOMO