Listi A fekk 4 limir og Listi B fekk 3 limir á valinum í Sørvágs kommunu, og Aimé Jacobsen gjørdist toppskorari á Lista A við 61 atkvøðum.
Flestar atkvøður á Lista B fekk Sune Jacobsen, borgarstjóri, við 83 atkvøðum.
Av teimum sum hava sitið í kommunustýrinum í Sørvágs kommunu, vóru bara trý afturvald. Tey eru Sune Jacobsen, Jákup á Stongum og Jóhan á Ørg.
Tey 4 nýggju í kommunustýrinum eru Anna Sofía Nordendal, Aimé Jacobsen, Marna Jacobsen og Elsebeth Davidsen.
ú eru 4 kvinnur og 3 menn kommunustýrislimir í Sørvágs kommunu.
Sostatt er tað alt sum bendur á at Lista A fær borgarstjóran í nýggju setuni í Sørvágs kommunu, og verður tað helst Aimé Jacobsen, sum fær fyrsta tilboðið.
NÝVALT KOMMUNUSTÝRI:
Nr. | Listi | Navn | Atkv. |
1 | A | Aimé Jacobsen | 61 |
2 | A | Jóhan Frói á Ørg | 54 |
3 | A | Marna Kárvør Jacobsen | 53 |
4 | A | Jákup á Stongum | 44 |
5 | B | Sune Jacobsen | 83 |
6 | B | Elsebeth Jóhanna Klode Davidsen | 39 |
7 | B | Anne Sophie Nordendal | 38 |
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo