Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Undir seinna heimsbardaga strongdi bretski herflotin á at gera flogvøll í Føroyum, men loftverjumálaráðið helt Føroyar vera óegnaðar til flogvøll. Herflotaleiðslan fekk tó sín vilja, stendur í bretskari frágreiðing frá apríl 1943

Vága kommuna arbeiðir støðugt við at betra um umhvørvið, og at menna økið á umhvørvisplássinum

Nýggju íbúðirnar Undir Bólheyggi í Sørvági verða helst tiknar í nýtslu fyrst í nýggja árinum, sambært stjóranum í Bústaðir

Í nátt vóru 545 grásúlur tiknar á rókunum úti í Mykineshólmi

Klokkan 19 í gjárkvøldið fór Jósup av Sørvági til Mykinesar við manning í sambandi við at teir eru farnir eftir súlu í rókunum í nátt

Fólkaheilsuráðið hevur nú um dagarnar havt ráðleggingarfund í Bø. Til umrøðu hava verið eftirmetingar, langtíðarætlan og raðfestingar fyri tey komandi fýra árini

Siglingin til Mykinesar heldur áfram til og við 18. oktober

Í gjár vóru mykinesmenn og løgdu nýggja ketu upp á Flatadrang. Tann gamla var loysna í neðra og illa farin

- Tey ungu í Vágum fáa stóra gleði av ríðingarhøllini í Miðvági, sigur Regin Poulsen við KVF. Hann vónar, at høllin verður liðug næsta summar

Á frálíkari útferð í Tindhólmi undirskrivaði málverjin, Rafael Veloso, leingjan av sáttmálanum, so hann verður í 07 Vestur komandi árini. Eisini Predrag Jeremic hevur longt sáttmálan

Í morgun fekk Vesturleiki maskinbrek, tá ið hann var staddur eystanfyri og Tjaldrið sleipaði Vesturleika á Sørvág

- Ferðslan á landsvegnum við Vatnið er økt frá 2010 til 2019 við uml. 40% ella uml. 3.200 bilar um samdøgrið, men í ár er hon minkað til uml. 2.300 bilar um samdøgrið orsakað av COVID19

Ástaðarfunur var í Mykinesi í dag. Yvirfriðingarnevndin hevur skoðað umstøðurnar úti í Lamba og skal nú taka støðu til, um lundalandið skal friðast

Eftir drúgvan steðg byrjar Vágakórið aftur at venja mánakvøldið, 7. september kl. 19:00. Kórið hevur fingið avtalu við Rúnu á Rógvu um at vera kórleiðari

- Útlitini fyri flogferðslu komandi tíðina eru ógvuliga óviss, tí hóttanin av COVID-19 farsóttini avgjørt ikki er av enn, sigur Regin I Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn

Eykaliðið hjá Slovan Bratislava er komið til Føroya í leiguflogfari. Her setur flogfarið seg á flogvøllinum í Sørvági

Til 1. august vóru ferðafólkini um flogvøllin 58,2 prosent færri enn í fjør, skrivar KVF

Flogfarið sum kom við slovakiska liðnum, Slovan Bratislava, stendur enn á flogvøllinum í Sørvági og bíðar eftir endaligu avgerðini hjá UEFA, og sambært Norðlýsinum so verður dysturin leiktur fríggjadagin

- Í sambandi við, at íslendsku myndugleikarnir hava ásett krav um, at øll ferðafólk skulu í sóttarhald í minsta lagi fimm dagar frá 19. august 2020, er grundarlagið fyri ferðavinnu og harvið eisini flúgvingini millum Føroyar og Íslands burtur

Í allar fagrasta veðri vórðu hús reist í Bø í dag

Vága kommuna heitir á sínar borgarar um at burturbeina sínar lutir, sum standa í grótbrotinum í Sandavági, í seinasta lagið mánadagin tann 31. august 2020

Bárður Johannessen og dótturin Ása Bárðadóttir gjørdu bart og vunnu hvør sína grein, umframt hetta var merkisvert at reiðfólk úr nýggja felagnum Sleipnir vunnu tvær kappinargreinar

- Ein góð avtala er nú gjørd millum Krígssavnið og byggifyritøkuna P/F J. & K. Petersen, at fyrireika økið til parkeringspláss

Yvirtromin var skift á húsi í Sørvági í dag, og tað tók bert fáar minuttir

- Tað er tørvurin á smidleika/fleksibiliteti, sum er orsøkin til, at man nú bjóðar fríyrkisstørv út millum uppsagdu flogskipararnar, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, við KVF

- Broytist smittu støðan komandi dagarnar, so kunnu tilmælini frá korona ráðgevingini broytast samsvarandi

Fyrr í kvøld fekk løgreglan fráboðan um eld í einum húsum í Miðvági. Eldurin var kyknaður í kjallaranum, men var skjótt sløktur

Vága kommuna hevur gjørt av, at dagstovnarnir og frítíðarskúlin í Vága kommunu verða stongdir frá mánadegnum 10.08.2020, fyribils í eina viku og eftir ætlan fyrst lata upp aftur mánadagin 17. august

- Avgerðin er grundað á tilmæli frá heilsumyndugleikunum

- Í samband við at fleiri nýggir korona tilburðir eru staðfestir seinasta samdøgurði, verður fundur í korona bólkinum hjá kommununi um støðuna

Landsstýrissamgongan ætlar at selja sín part í ávísum fyritøkum, men Atlantsflog verður verandi á almennum hondum. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við Útvarpið

Henda myndin var tikin fyrr í kvøld í Sørvági

Grundstykkini á Middagsvarða vóru í morgun avhendað Sørvágs kommunu

- Og viðvíkjandi brúnni út í Hólm, hava vit skund, hon er í ringum standi. Umvæling er ein møguleiki, men niðurstøðan er, at tað er bíligari at gera eina nýggja brúgv, sigur samferðsluráðharrin

Lív sleipar ein uppsteðgaðan bát úr Koltri og til Havnar, og Sverri sleipar ein av Guttagrynnuni og til Sørvágs

Atlantic Airways hevur góðar vónir, hóast sølan hjá flogfelagnum er minkað niður í eina helvt síðani mars, tá korona tók seg upp, skrivar KVF

Eitt tiltak á skránni í ár á Vestanstevnu í Miðvági var at síggja teir gomlu grindabátarnar

Her eru myndir frá kappróðrinum á Vestanstevnu, sum var í Miðvági í dag

Vestanstevnan er nakað skerd í ár, tó eru ymisk áhugaverd tiltøk á skránni

Í morgin verður Vestanstevnan hildin í Miðvági og her er startrøðin hjá bátunum, sum fara at rógva

26. juli 2019 varð formlig avtala gjørd millum P/F Magn, Sørvágs kommunu, Elfelagið SEV og Heilsu- og innlendismálaráðið um oljuflutning til Mykinesar

Dreingirnir við Dúgvuni hjá Sørvágs Róðrarfelag hava longu vunnið FM-heitið í barnaróðri hóast Ólavsøkan er eftir at rógva

Ein lesari hevur sent myndir av granulati í 9 sekkjum sum standa millum tveir bygningar í Miðvági

Flogfarið hjá Atlantsflog, sum skuldi flúgva úr Billund til Føroyar í gjárkvøldið, fór ongan veg, tí ein fuglur kom í annan motorin

Vága kommuna og umboð fyri Sp/f JPH, Sp/f E.P. Smíð og Sp/f Hølck Smíð hava undirskrivað sáttmála um høvuðsarbeiðstøkuna

Allan juli mánað sýnir Jón Eirikur Joensen úr Miðvági nøkur av sínum listarverkum fram

- Í hesi vandatíð ganga Vágar støðugt undan. Fyrst við Gásadalsgarði, síðan við Fiskastykkinum í Sandavági og nú við Pakkhúsinum í Bø

Vit ganga og renna úr Gásadali til Sandavágskirkju

Myndamaðurin Jógvan Helgi Hansen tók hesar litríku myndirnar klokkan 22.45 í gjárkvøldið

Í gjár undirskrivaði Dánjal Thomsen, formaður fyri bygginevndina á Sýnini, og Christian Mølgaard frá CJ Bygg, undir sáttmálan um høvuðsarbeiðstøkuna av seinasta partinum av umvælingini á Sýnini