Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- Veljarar í Vága kommunu sótu og bíðaðu spentir eftir valúrslitinum, men tað kom ongantíð á skíggjan í valsendingini hjá Kringvarpinum í gjárkvøldið.

- Ístaðin varð nógv gjørt burturúr “bunkaprognosum” í høllini á Hálsi, har úrslitið ikki var klárt, sigur ein misnøgdur veljari í Vága kommunu, sum Norðlýsið hevur tosað við.

- Valið her var rættiliga spennandi og úrslitið var óvæntað, men tað bleiv ongnatíð nevnt, og tað bleiv heldur ikki viðmerkt við borðið, har ein serfrøðingur annars sat og gjørdi viðmerkingar, sigur veljarin.

Veljarin heldur tað ikki vera nøktandi fyri ein stovn við public service skyldum, at til dømis sjómenn, sum ikki hava atgongd til alnótina og gomul fólk, sum ikki hava teldu, bara fáa at vita, at tey kunnu fara inná heimasíðuna hjá Kringvarpinum, fyri at hyggja eftir úrslitinum.

Norðlýsið ringdi til Kringvarpið fyri at spyrja um mistakið, men Liljan Weihe, sum var redaktørur á sendingini, var ikki at hitta í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo