Góðu borgarar í Sørvágs kommunu, alt fær ein enda, eisini hetta valstríðið.
Nú er valskeiðið um at verða runnið og fari eg at takka tykkum øllum, ið eg havi samstarvað við hesi síðstu fýra árini.
Hóast tveir listar vóru til seinasta val, hevur ongin andstøða verið, arbeiðslagið hevur verið sera gott og vit hava í nærum øllum málum verið samd.
Eg vóni, at tey mál, sum vit settu okkum og hava avgreitt, eru til gagns fyri borgarar í Sørvágs kommunu.
Eg takki fyri tað álit, ið mær var sýnt á seinasta kommunuvali og eri eg til dystin fúsur, at fara undir eitt nýtt valskeið.
Eg fari at heita á teg, at velja tryggleika og nýhugsan á kommunuvalinum i morgin.
Trivnaður skapar vøkstur og vælferð.
Treytin fyri trivna er millum annað:
• Arbeiði til allar hendur
• Gott og stórt úrval av grundstykkum
• Framtíðartryggjað umhvørvi, sum setur borgaran og vinnuna fremst
• Góð íbúðarviðurskiftir til eldri og avlamin
• Frítíðartilboð til eldri
• Góð skúlaviðurskifti
• Gott dagstovnatilboð
• Góðar karmar fyri mentan og ítrótt.
Treytin fyri at hesi mál kunnu lata seg gera er, at kommunan framhaldandi verður fíggjarliga væl rikin.
Eg eri klárur, eisini at taka evstu ábyrgd, um eg havi veljaranna álit.
Eg eri til reiðar og førur fyr at menna kommununa saman við tykkum.
X við Hendrik Olsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo