Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Nú kann lesast á vp.fo at Hendrik Olsen, borgarstjórakandidatur hjá Lista B, er kløkkur av at onkur á Lista A hevur hugleitt um samstarv og samanlegging.

Hendrik Olsen samanber seg við Jeppe á Fjallinum. Hann kundi fyri tað sama eisin kaga í eitt annað ævintýr, “Tann politiska Kannustoyparan.”

Vit á Lista A, hava tað fríheit at hava okkara egnu meining, og tað haldi eg eisini er uppá sítt pláss. Vit hava ongan sum sigur, hvat vit skulu hugsa og/ella skriva.

Vit hava eisini tað virðing fyri valúrslitinum, at vit ikki hava útnevnt nakran borgarstjóra kandidat áðrenn. Tað lata vit veljaran avgera.

Men so er ikki á Lista B. Har hevur núverandi skipari, bæði í talu, grein og ímillum fólk, sagt at hann verður borgarstjóri komandi 4 árini, um Listi B fær meirilutan.

Men nú síggja vit at Hendrik Olsen er farin at stoypa kannur. Nú fráboðar hann at hann er tilreiðar at taka evstu ábyrgd.

Skal hetta lesarabræv frá Hendrik tulkast sum at Listin ikki er samdur at peika á núverandi borgarstjóra, um so verður at Listi B fær meirilutan?

Listi A í Sørvágs kommunu.

Jóhan F. á Ørg

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo