Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Árni Krog Dalsgaard, skipari á Katrin Jóhannu segði í DV í kvøld, at teir hava fingið ábendingar um, at menningarkvotan verður ikki bara í fýra ár

Her eru nakrar myndir sum vísa, hvussu umfatandi omanlopið var við Lundansgjógv í Vágum herfyri

- So kemur fyrsta makrellastin á Miðvág - ja, fyrsta last av uppsjóvarfiski í søguni, sum verður landað og virkað í Vágum, skrivar Ingolf S Olsen saman við hesi myndini

Dreingirnir hja 07 Vestur úr teimum stóru bygdunum í Vágum gjørdust í dag Føroyameistarar í futsal hjá U11

Dreingirnir úr øllum størru bygdunum í Vágum hjá 07 Vestur gjørdust í dag Føroyameistarar í futsal hjá U9

Nær lopið er oman er ilt at siga, men helst er tað heilt nýliga at lopið er oman við Lundansgjógv

KLM og Atlantic Airways hava skrivað undir eina CodeShare avtalu. Talan er um nýtt, slóðbrótandi samstarv í føroyskum høpi

- Tá árið fer at halla, hava vit tað soleiðis, at vit hugsa um alt, ið farið er, og um hvat vit nú skula seta út í kortið

- Fiskimálaráðið væntar til ta tíð, at tillutaðu menningarkvoturnar í síni heild verða gagnnýttar innanfyri verkætlanina, tvs. leveraðar og virkaðar á Snarfrosti í Miðvági

Í 2018 var miðalferðslan í Vágatunlinum 2.457 akfør um døgnið. Samlaða ferðslan í Vágatunlinum var 896.864 í 2018 í mun til 839.750 akfør í 2017

Katrin Jóhanna úr Miðvági, sum hevur loyvi at fiska 2.500 tons av svartkjafti av menningarkvotu, sum skuldi mennast á Snarfrost í Miðvági, landar í morgun alla lastina til Havsbrún

Klokkan 23 verða blikkini tendrað, og Thordis Skaalum heldur nýggjársrøðuna

SAS hevur nú fingið góðkendað sína umsókn um at brúka serligu RNP-lendingarskipanina í Føroyum, og tað fer at betra regularitetin

Gróthúsini niðri við Vatn í Vágum eru sermerkt, vøkur og hugnalig, har tey liggja, og eru til stóra gleði og gagn um summarið

Heilsulýsingin hjá Landslæknanum fyri 2017 er komin, og vísur hon millum annað at 4 mammur undir 20 vóru í Vágum og 4 í Tórshavnar kommunu

Tak eina jólamynd og fá ein pakka í jólaumhvørvinum hjá Betri í Miðvági

Tað var stórfingin móttøka, tá ið nótabáturin Katrin Jóhanna kom á Miðvág nú seinnapartin

Klokkan 14 seinnapartin í dag kemur nótabáturin Katrin Jóhanna á Miðvág. Um 11 tíðina var Katrin Jóhanna á Havnini eftir fólki, skilst

Í seinastuni hevur sjálvtøkan hjá Betri í Sørvági havt ávísar tøkniligar trupulleikar, og tí bleiv nýggj sjálvtøka sett upp fríggjadagin

Ætlaðu íløgurnar fara í høvuðsheitum til byggibúningina á Middagsvarða, útbygging av Alvalon og umvæling av heiminum á Sýnini. Peningur er eisini settur av til miðstaðarøkið á Stakka

Mikukvøldið verður sungið í Sørvági

Oddaliðið í landskappingini í talvi, Sandavágs Talvfelag, økti um leiðsluna við knúsandi 4-0 sigri á Klaksvíkar Talvfelag í triðja umfari sunnudagin

Sambært Facebook profili so eitur nótabáturin, sum Tummas Henriksen skal hava, Katrin Jóhanna og verður skipið heimahoyrandi í Miðvági

07 Vestur hevur gjørt ein 3 ára sáttmála við 35 ára gamla norðmannin Julian Madsen. Hóast ungur, hevur Julian Madsen drúgvar royndir sum venjari

- Eitt savn, har sjósøgan í Føroyum verður víst fram, men sum vetrarhálvuna verður eitt mentanarhús í Vágum

Sunnudagin, 25. november kl. 17 verður nýggja bókin Súlan er góð - ein tíðarmynd úr Mykinesi frá sekstiárunum løgd fram í Gamla Skúla í Sørvági

Arbeiðið at skifta ljósskipanina í Vágatunlinum byrjaði fyri knøppum mánað síðan

Vágakórið hevur Heystkonsert í Gamla skúla í Sørvági, Sunnudagin 25. november 2018, klokkan 19.00

 

Svenski myndamaðurin sum gevur ilt av sær á einum bloggi, hevði hug at prutta um prísin

Sørvágs Tónleikarfelag spælir, Inga Poulsen Dam talar og jólamenn vitja, aftaná bjóðar kommunan til drekkamunn í øllum trimum bygdunum

Herfyri settu Atli K. Petersen og Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, sínar undirskriftir á avtalu um at brúka vard verk eftir frymlinum, sum semja er um við Kommunufelagið

SAS fer í summar at flúgva níggju ferðir um vikuna úr Keypmannahavn til Sørvágs, og økir sostatt kapasitetin við nærum 30 prosentum

Hølini, ið hava verið lítið brúkt síðstu tíðina, eru ótíðarhóskandi sambært teimum øktu krøvum, sum sett verða til viðtaluhøli

Lív Niclasdóttir sýnir fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági í november. Lív býr í Sørvági og er 13 ára gomul, og gongur hon í 6. flokki í Sørvágs skúla

Sum VP skilur fara fólk yvir til Noregs eftir norska nótaskipinum Herøy, sum reiðaríið hjá Tummas Henriksen í Sørvági hevur keypt, mikudagin í komandi viku

Ein spennandi grannauppgerð í flogbólti í Meistaradeild kvinnur var á Giljanesi í dag millum Drátt og SÍ

Fríggjakvøldið 9. novembur kl. 21 verður konsert við bólkinum Blátt Gras í Libanon í Sørvági

Varðin, Framherji og Kimbil hava keypt H-DYGD í Vatnsoyrum. Feløgini eiga um triðing í part í nýggja felagnum, sum er undir stovnan

Tjóðsavnið og Vága kommuna skipa hósdagin 8. november fyri fyrilestri um tær fornfrøðiligu kanningar, sum í løtuni verða gjørdar av Eyðanstovuskipinum

Landskappingin í talvi fyri lið er byrjað. Telvað hevur verið báðar seinastu sunnudagarnar, og eftir tvey umfør eru vágamenn fremstir. Líkt er til, at fremstu trý feløgini í 1. deild fara at vera tey somu sum farna kappingarár

Fyrsta innandura kapping í vetur bleiv skotin um vikuskiftið í hølinum hjá Vágaskot í Miðvági

Onkustaðni var hálka í nátt, og tí høvdu bilar trupulleikar av

Í november letur ein NO 12 juice bar upp á flogvøllinum. Aðrar broytingar verða somuleiðis gjørdar m.a. verður ein roykikabina sett upp í fráfaringarhøllini

Minningarhald teirra sjólátnu verður við minnisvarðan í Sørvági Allahalgannadag kl. 15.00

Dámar tær sálmasang? So er eitt forkunnugt tiltak í Gásadali í kvøld

1. januar í 2020 yvirtekur Vága floghavn raksturin av Torninum á flogvøllinum í Sørvági. Gudny Langgard, stjóri í Vága floghavn, vissar um, at slakað verður ikki í trygdini, skrivar Kringvarpið

Vága býráð hevur avgjørt at grava av og planera eitt øki til 5 íbúðir við Steigarbrekku í Sandavági

Tekniski leiðarin í Vága kommunu Lovisa Glerfoss hevur sagt seg úr starvi frá 1. desember 2018 at rokna

Útvarpsmaðurin Tórður Mikkelsen tók hesar lýsandi myndirnar á túri úti í Tindhólmi eftir trimum veðrum

Lydia Laksafoss hevur í gomlum skjølum staðfest, at fólk hava búð í Tindhólmi og tí er søgnin um ørnina og barnið trúlig