Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Grannastevnan í Mykinesi hevur samtykt, at tað skal kosta 100 krónur at ganga uttanfyri bøgarðarnar, skrivar Kringvarpið

SÍ og ÍF spældu í Sørvági í dag og dysturin endaði 3-1 til SÍ, sum hevur spælt seg í FM-finaluna, har sørvingar skulu møta Fleyr

Søvn Landsins halda ikki, at Norðlýsið og Dragin eru verd at varðveita longur, og tí hava tey mist allan stuðul til viðlíkahald og rakstur. Men hinvegin heldur Søvn Landsins at eitt gamalt barakkgólv frá krígnum ikki skal rørast á flogvøllinum

- Ongin ivi skal vera um, at hjá Atlantic Airways seta vit altíð trygdina fremst, og tað er júst tí vit hava valt at fáa okkum RNP AR 0.1 tøknina. Hendan tøknin er tað, ið ger munin ein dag sum hósdagin

Fyrstu ferð í søguni hjá Vága Floghavn hava trý A320 flogfør verið á flogvøllinum samtíðis. Á forplássinum vóru eitt A320 og eitt A319 hjá Atlantsflog, tvey A320 hjá SAS og eitt minni privatflogfar

Tvey SAS-flogfør og tvey Atlantic-flogfør standa á flogvøllinum nú, so ferðslan er nógv økt síðani SAS fór at flúgva

Arnleyg Magnussen framsýning á Listavegginum hjá Betri í Miðvági í apríl

Atlantic Airways legði 2016 aftur um seg við 28 milliónum krónum í avlopi eftir skatt og methøgum ferðafólkatali

Frá januar til mars øktiskt ferðslan í Vágatunlinum við 10,2% í mun til somu tíð 2016. Miðalferðslan var 1974 akfør hvønn dag

Fyrstu tríggjar mánarnir í ár er ferðafólkatalið umvegis Vága Floghavn minkað við 9,9%. Higartil eru 50,586 ferðafólk komin og farin umvegis Vága Floghavn. Hetta eru 5552 ferðafólk færri enn saman tíðarskeið í 2016

Fyri stuttari tíð síðan fekk Vága Floghavn ein talgildan boardingkort-skannara og í hesi vikuni kemur ein skannari til handviðførið afturat, soleiðis at trygdareftirlitið verður skjótari enn í dag

Hjá Sannu handilin sum í mong ár hevur verið í Sørvági letur nú aftur og skal lata upp í Miðvági ístaðin fyri. Hjá Sannu flytur nú inn í handilin Hjá Jákup og letur upp seinni í hesum mánaðinum

SAS-flogfarið, Airbus 320-232, sum kom til Føroya fyrrapartin sum SAS1777 á Flightradar, hevur skrásetingarnavn OY-KAS

Beint nú arbeiðir Atlantic Airways við at fáa IATA Operational Safety Audit (IOSA) góðkenning, sum helst verður klár í september. Hetta gevur flogfelagnum møguleika at bjóða flogførini út til wet lease - tað vil siga at bæði flogfar og manning verða leigað út

Vága kommuna og sp/f Desk hava gjørt avtalu um arbeiði at gera útstykking við Olivarsveg í Miðvági. Talan verður um 13 grundstykkir

Fyrrapartin var Mette Frederiksen, formaðurin í danska sosialdemokratiska flokkinum, á vitjan á HiddenFjord í Sørvági

- Eg havi ongar ætlanir um at flyta heilsudepilin úr Vágum. Eg ætli mær hinvegin at menna og styrkja heilsudepilin

- Vit hava í dag eina loysn í Vágum. Vit hava ein góðkendan vælútbygdan heilsudepil og sjúkrabilatænastu í oynni við sera dugnaligum starvsfólkum

Nevndin hevur gjørt av at lata Jóhan Martini Christiansen og Hansinu Iversen Listaflog-stuðulin fyri 2017. Øll upphæddin á 100.000 krónur verður latin hesum báðum listafólkunum

Vága kommuna er um at koma í rasshaft av einum byggimáli, tí eini hús eru komin at standa 90 centimetrar hægri enn tey hava loyvi til

Í sambandi við altjóða poesidagin skipar bókasavnið í Sørvági fyri poesikvøldi mánakvøldið 27. mars, klokkan 19.30. Tveir yrkjarar koma á gátt

Føroyska flogfelagið, Atlantic Airways, verður høvuðsstuðul hjá øllum teimum føroysku íðkarunum, sum luttaka á Oyggjaleikunum 2017, sum í summar verða í Gotlandi

Vága Floghavn fegnast um, at tað nú hevur eydnast at fáa kapping í lag aftur á Føroyaleiðini ímillum Keypmannahavn og Vágar, eftir at kapping ikki hevur verið síðan 2006

Hetta er 7 føroyameistaraheitið hjá SÍ í ár. Frammanundan eru G12, G14, Kvinnuunglingar, D14, D16 og mansunglingar føroyameistarar

Sunnudagin 26. mars verður familjumøti kl. 17 í Kedron í Sørvági. Svein í Prestgarði luttekur við sangi og vitnisburði

- Fyri Vága Floghavn er ongin ivi um, at føroyski marknaðurin væl tolir, at kapping er á marknaðinum, eins og kapping er á øðrum føroyskum marknaðum, segði stjórin á Vága Floghavn á SAS-fundi fyrrapartin

- Hetta er ein sterk og dygdargóð skipan til fyrimuns fyri okkara trúgvu viðskiftafólk. Vit fegnast um, at tað er eydnast at menna okkara egnu, talgildu bonusskipan uppá lutfalsliga stutta tíð, sum eisini er lagað til okkara tørv, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways

Úrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2016 gjørdist eitt avlop á 0,4 mió. kr., sum er 0,1 mió.kr. betur enn árið fyri, tá avlopið var 0,3 mió. kr. Umsetningurin var 15,1 mió. kr. í 2016 og 13,4 mió. kr. í 2015

Í nývaldu nevndini hjá Vága Tjóðveldisfelag sita Irena Nysted, Jóan Petur Joensen og Sølvi Simonarson. Sólva Jacobsen og Ingolf S. Olsen eru varafólk

Formaðurin í hjálparfelagsskapinum Kiwanis, vann høvuðsvinningin frá Giljanestiltakinum, sum Lions klub Vágar skipaði fyri

Einasti skaði á nakað livandi í eldinum í bilverkstaðnum Carro í Sandavági í gjáranáttina var tá ein ær rann beint inn í eldin

Tøl hjá tunnilsfelagnum vísa, at hóast samlaði byggikostnaðurin fyri Vágatunnilin var 280 mió. kr. hevur tunnilsfelagið pr. 31/12-2016 kravt inn 310,7 mió. kr. í bummgjaldi

Teir vóru fyrstir at framleiða stór smolt og hava víst øðrum á gongdu leiðina ímóti lúsabardaganum. Atli Gregersen fegnast um góðu úrslitini

Bilverkstaðið Carro í Sandavági er í nátt fullkomuliga oyðilagt av eldi

Pensjónistar í Vágum fara í dag at "Syngja og Dansa við" í Marghøll í Sørvági. Nógv og forkunnugt til gaman og álvara verður á skránni, siga fyrireikararnir

Á Giljanesi vann Dráttur 3-0 á ÍF í gjár. Settúrslit: 25-17, 25-8 og 25-11. Samstundis tryggjaði Dráttur sær annað plássið í FM-finaluni, ið verður spæld í tveimum umførum á páskum

Gamla træbryggjan frá 1966 er nú gjørd av nýggjum og var handað kommununi mikudagin 8. mars 2017. Arbeiðið er gjørt av Articon

Komandi týsdag 21. mars kl. 1900 verður forkunnug konsert í Sørvágs skúla. Konsertin er í samband við at klaversnillingurin og føroyavinurin Martin Pollard í løtuni vitjar í Føroyum

- Bummgjald má vera til tess at halda tunlarnar í góðum og tryggum standi, og ein undirsjóvartunnil kann sjálvandi ikki sammetast við tunlarnar upp á landi

Leiðarin, Jákup Olaf Johannesarson, hevur tikið avgerð um, at siga seg úr starvi sum leiðari í Ungdómshúsinum, frá 01. apríl 2017 at rokna.

- Er Henrik Old settur at útinna tað ið Løgtingið hevur samtykt. Ella er Henrik Old omanfyri lógina?

- Við framhaldandi at krevja tunnilsgjald, verður eyka vegskattur lagdur á bilar og vinnuna í Vágum

WWF "World Wildlife Fund" hevur boðið Vága kommunu at vera partur av veðurlagsátakinum “Earth Hour 2017"

- Vit hoyra aftur og aftur, at viðlíkahald og rakstur av undirsjóvartunlum, er so ógvuliga nógv dýrari enn av vanligu tunlunum - tí noyðast vit av hava bummgjald

- Arbeitt verður við at gera ein felagsskap fyri pápar. Felagsskapurin fer at seta ljós á rættindi hjá børnum til pápa sín. Møguliga verður seinni settur á stovn ein stuðulsbólkur fyri bæði kynini

- Mittasti ljóssteyrin við fótbóltsvøllin í Sørvági helt ikki til nógva vindin, sum hevur verið. Hann datt útí Stórá og tók nøkur av áskoðaraplássunum við sær í fallinum

Advokaturin, Jógvan Elias Winther Poulsen, hevur skrivað juridiskt responsum um Vágatunnilin og niðurstøðan er greið

Ein av orsøkunum til, at Flybe ikki fer at flúgva til Føroya í summar er, at so illa hevur gingist hjá bólkum og ferðafólkum at fáa gisting í serliga Tórshavn

FM fyri tey yngru er liðugt og av 8 møguligum vann SÍ 6 føroyameistaraheiti og 2 silvur

SÍ vann í dag FM-heitið fyri gentur 12 ár, tá tær í høllini í Trongisvági vunnu 2-1 á KÍF. Settini endaðu 25-6, 16-25 og 15-7