Samtyktin at broyta bátahylin er ein stór sparing fyri kommununa.
Býráðssamtyktin um at broyta innsiglingina í uttara bátahyli gevur bátaeigarum eina tryggari havn.
Broytingin sparir samstundis kommununi nógvan pening árliga í viðlíkahaldi av bátabrúgvum. Súðurin í uttara hyli slítur nógv uppá brúgvarnar, og hetta gevur nógv eyka viðlíkahald.
Ikki kann sigast, at viðíkahaldið hevur verið gott seinastu árini, men tað er neyðugt, skulu vit hava ein líkinda bátahyl.
Verður henda ætlan veruleiki, sparir Vága kommuna milliónir í rakstri komandi nógvu árini og bátaeigarar hava eina tryggari havn.
Útstykkingar
Tá kommunan fer í gongd við útstykkingar í framtíðini, er tað av stórum týdningi, at hugsað verður um íbúðarbygging bæði til gomul og ung.
Borgarin eigur at kunna velja búðstað alt eftir fíggjarorku. Allir borgarar hava ikki sama møgulleika í dag.
Jóhannis Joensen listi B Trivnaðarlistin
Vága kommuna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo