Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hann doyði tollaksmessudag, og sunnudagin fekk hann ynskið uppfylt. Hann slapp til hvíldar í Føroyum

Heldur ferðafólkstreymurin um Vága floghavn fram, sum hann hevur gjørt higartil í ár, so verður 2023 metárið fyri ferðafólk, skrivar KVF

Týska silvurbrúðarparið Michael og Melanie taka eina selfie í Bø, har tey hava búð í fjúrtan dagar

Tað hevur viðrað væl ein stóran part av sumrinum í ár, og tað hava nógv eisini brúkt til at gera útferðir ymsastaðni kring landið, bæði føroyingar og útlendingar

Skipið er bygt í Thyborøn men keypt úr Orknoyggjum til Sørvágs

- Fótbóltsspæl í Vágum byrjaði sum flestum kunnugt við einum presti. Í Vága prestagjald kom í 1893 prestur úr Danmark sum æt Carl Johansen (f. 1867)

Lærararnir hava fingið nýtt uppihaldsrúm, og uppstiging er gjørd av stovum til førleika menning, umframt at heilsusystrarnar fáa betri umstøður

Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur og hvalagranskari á Havstovuni, sigur við ÚF, at ætlanin er at seta sendara á sjey hvalir, og síðani verður allur bólkurin rikin útaftur

Í samband við Vestanstevnuna, verður telt sett upp við MB húsið, í tí sambandi verður tann parturin av Kirkjavegi stongdur til stevnan er av

Listamaðurin Pól Skarðenni er farin til Onglands, har hann fer at royna seg í málikappingini Paint Out Norwich í býnum Norwick, skrivar KVF

Fólk sum hava tilknýti til útdeyðu bygdina í Vágum plaga at hittast har einaferð um árið

- Søkt hevur verið eftir tekniskum leiðara, og hevur býráðið valt at seta Rógva Jacobsen í starvið

Neyðugt er at byggja floghavnina nógv út. So nógv, at flogvøllurin megnar ikki einsamallur at útvega fígging til alt, skrivar KVF

Í dag skipaði Vága Ríðingarfelag fyri kappríðing við Vatnið. Vit vóru á staðnum við myndatólinum

Síðani Michael Schjønberg boðaði frá, at hann ynksti at verða loystur úr sáttmálanum hevur felagið leita eftir skikkaðum avloysara. Felagið hevur nú sett Lars Arne Nilsen sum høvuðsvenjara fyribils árið út

Michael hevur boðað felagnum frá, at saknurin eftir familjuni er vorðin ov stórur og at hann tí ynskir at fara heim til familjuna í Danmark

Venjarin í 07 Vestur er errin av sínum spælarum, sum hava ávarað HB um, at tíðin er farin, tá ið toppliðini nærum við vissu kundu rokna við fullari úrtøku í Sørvági

- Frálíku avrikini í heimsmeistarkappingini hjá U21 landsliðnum hava tikið føroyingar á bóli

Tað liggur ein lìtil grind útfyri Sandavági. Bert fáir bátar eru hjá henni. Grindin var ikki hildin til, men merkt

Her sært tú leikskránna til dystin

Seinnapartin í dag var hátíðarløta hjá Atlantic Airways á flogvøllinum, har fimm starvsfólk vórðu heiðraði í sambandi við teirra tilsamans 125 ára starvsdag

Komandi vikuskifti, sunnudagin 25. juni, byrjar summarleguskráin við fyrstu ungdómsleguni sum er fyri tey 16-17 ára gomlu

Ein av hagapørtunum í Mykinesi skjýtur nú upp at strika forboðið at fleyga lunda í oynni. Grannastevna verður í Mykinesi 14. juli, og tá kemur málið fyri, skrivar KVF

Á seinasta býráðsfundi hjá Vága kommunu fyri summarsteðgin, samtykti býráðið einmælt, at frá 1. januar 2024 verður frítíðarkort givið til børn og ung í kommununi

Vága kommuna hevur sett Búgva Róin í starv sum gartnari í kommununi

- Vit vilja verja fuglin og náttúruna. Tað sigur Finn Danberg, formaður í hagastýrinum i Mykinesi um gjald fyri at ganga eftir kommunalum gøtum, í samrøðu við KVF

Sørvágs kommuna hevur gjørt av at byggja á einum stykki, sum kommunan eigur, skrivar KVF

- Visjónin hjá Atlantic Airways er at knýta Føroyar nærri umheiminum, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri

Íslendska flogfelagið Icelandair hevur í tíðindaskrivi í dag boðað frá, at flogfelagið frá fyrsta mai komandi ár fer undir regluliga ferðafólkaflúgving millum Keflavík og Vágar

- Sjálvt um Sørvágs Country Festivalur fór av bakkastokki í gjár, við tiltøkum til tey eldru, so byrjarar hugnaligi og vælumtókti festivalurin av álvara í dag við Bassafestivalinum til tey smáu

82 fólk hava skrivað undir mótmæli ímóti ætlanini at gera bygnaðarbroytingar á dagstovnaøkinum í Vága kommunu, skrivar KVF

Countryfestivalurin byrjar so smátt í kvøld, tá ið Eldratiltakið verður, men fríggjadagin klokkan 17 letur sjálvt økið upp, og tá verður alt klárt, sambært fyrireikarunum

Í Sørvági er fagrasta veður og í kvøld verður árligi Coutryfestivalurin skotin í gongd við einum útseldum eldratiltaki

Ferðafólkatalið á flogvøllinum til 1.juni var størri í ár enn tað var í 2019, sum annars er metár higartil. Tað var 2,5 prosent størri, skrivar KVF

Avtala er undirskrivað við MTV-Byggivirkið um bygging av simulatorbygninginum

- Sølan byrjar í morgin, hósdagin 01. juni klokkan 10.00

- Fleiri flogferðir verða settar til sølu - Sølan byrjar í morgin, mikudagin 31. mai kl. 10.00

Nær: Týskvøldið tann 30. Mai 2023 kl.19.00 í venjingarhøllini á Heiminum á Sýnini

- Áhugin fyri at sleppa til Berlin at stuðla føroyska hondbóltslandsliðnum hjá monnum til EM-endaspælið er so mikið stórur, at vit hava valt at tvífalda talið á flogferðum beinleiðis til Berlin í januar 2024, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways

- Sólorkuskipanin verður uppbygd av 6.000 sólpanelum upp á tilsamans 15.000 fermetrar. Samlaði framleiðslumátturin verður uml. 2.500 kW, og samlaða elframleiðslan væntandi uml. 1.300.000 kWt um árið

Her er leikskráin til dystin ímillum 07 Vestur og KÍ í dag

Í dag klokkan 12 verður nýggja ríðihøllin hjá Vága Ríðingarfelag tikin í nýtslu. Høllin er bygd í Miðvági og er eisini ein lon av rossahúsum, bygt fast í høllina

Leygardagin 20. mai kl. 13 verður stórt ókeypis útgávutiltak fyri børn í bygdarhúsinum í Miðvági

Gloriabólkurin úr Elim í Søldarfirði hevur eina sang og vitnisburðarløtu í “Kedron” í Sørvági nú sunnudagin 14. mei kl. 18:00

Dania Niclasen er sett í tíðaravmarkað starv sum skúlastjóri í Sørvágs skúla

- Standpláss 6 verður nú gjørt

 

- Eg eri hildin uttanfyri og mítt virksemið er knúst. Tað sigur Oda Andreasen sum fyri nøkrum árum síðani fór undir at reka virksemi innan ferðavinnu í Mykines

- Næsta kappingarár verða umstøðurnar at hyggja at fóbólti í Sørvági munandi betri samanborið við nú, og tey, ið skulu varpa út og miðla frá dystunum kunnu eisini gleða seg til nýggjar tíðir

Stýrið fyri menningarstovuna Visit Vágar hevur sett Bryndis í Dali sum nýggjan leiðara fyri Visit Vágar

Her er leikskráin til dystin ímillum 07 Vestur og HB á Dungasandi í dag